Veðurlagsdagur 2025 – hvussu handfara vit veðurlagsbroytingar
Hvussu standa Føroyar seg við broytandi veðurlagi? Eru vit fyrireikað? Hvat kunnu vit vísa á, sum er gjørt? Hvat verður gjørt fyri at máta gongdina í veðurlagsbroytingum? Hesir vóru høvuðsspurningarnir, tá serfrøðingar og onnur áhugað hittust á veðurlagsdegnum í Kongshøll týsdagin 18. mars 2025.
Við støði í hagtølum og kanningum varð lagt fram og hugleitt um, hvussu vit í Føroyum kunnu handfara veðurlagsbroytingar. Veðurlagsdagurin 2025 var eitt samstarv millum Umhvørvisstovuna, Veðurstovuna, Havstovuna, Hagstovuna, Landsverk, Fróðskaparsetrið, Tjóðsavnið, Jarðfeingi og Firum.
Framløgur
Veðurmátingar gjøgnum 152 ár
Turið Laksá, Veðurstova Føroya
Um ávísar fyri veðurlagsbroytingar
Eyð Maritudóttir Grønadal, Hagstova
Samlaða útlátið av vakstrarhúsgassi frá tjóðarbúskapinum
Maria Gunnleivsdóttir Hansen, Umhvørvisstovan
Hækkandi sjóvarmáli
Hergeir Teitsson, Umhvørvisstovan og Sissal V. Erenbjerg, FIRUM
Miðalsúrleik í sjógvi (pH)
Ian Salter, Havstovan
Reyðlistavísital
Áki Vang, Tjóðsavnið
Veðurlagsbroytingar og ávirkan á flutning
Sølvi Sjúrðarson, Landsverk
Oyggjar viðbreknar fyri veðurlagsbroytingum
Lis Mortensen, Jarðfeingi
Orku- og veðurlagspolitikkur
Sigurð í Jákupsstovu, Umhvørvisstovan
Umlegging ella avtøka av almennum stuðli til steinrunnin brennievni
Hans Ellefsen, Fróðskaparsetur Føroya
Skipan av veðurmátingum
Bárður A. Niclasen, Veðurstova Føroya