Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Luft og veðurlag

Luftin á okkara leiðum er vanliga rein og góð. Men luftin kann verða dálkað, t.d. orsakað av nógvari bilferðslu, ella keldum í øðrum londum, t.d. har kol enn verður brúkt sum brennievni.

Á hesi síðu

Vakstrarhúsgass

Útlát av vakstarhúsgassi og veðurlagsbroytingar, er ein av stóru alheims umhvørvistrupulleikunum. Keldurnar til útlát av vakstrarhúsgassi stava í stóran mun frá brenning av olju, koli og øðrum fossilum brennievnum. Øktu nøgdirnar av vakstrarhúsgassi í lofthavinum virka sum ein eyka bjálving av jørðini, við tað, at tær halda aftur hita, sum annars hevði farið út í rúmdina. Halda vit á at økja um útlátið av vakstrarhúsgassi, hækkar miðalhitin á jørðini og ymiskar broytingar í veðurlagum fara at merkjast.

Vit hava her savnað saman tilfar um veðurlagsbroytingar og útlát av vakstrarhúsgassi, fyri at lýsa hesi evni nærri og vísa á hvørji árin CO2 útlát hevur á umhvørvið.

CO2-roknarin

Endamálið við CO2 rokniamboðnum er at hjálpa føroyskum fyritøkum, stovnum og øðrum við at útrokna egið útlát av vakstrarhúsgassi. Nærri vegleiðing er í roknaranum (excel-fíluni).

Vegleiðingin var útgivin fystu ferð í februar 2024. NÝGGJ!

Her ber til at taka niður CO2-roknarar fyri árini 2021-2024:

Tak CO2-roknaran fyri 2024 niður her (útgáva 2024-2 08042025)
Gev gætur, at vegna smærri feilir í CO2-roknaranum fyri 2024, eru tvær rættingar gjørdar síðani fyrstu útgávuna 14. feb. 2025. Nýggjasta útgávan er dagfest 8. apríl 2025.

Tak CO2-roknaran fyri 2023 niður her

Tak CO2-roknaran fyri 2022 niður her

Tak CO2-roknaran fyri 2021 niður her

G.G. Um CO2-roknarin ikki riggar sum hann skal, er orsøkin ofta, at ‘Office-pakkin’ skal dagførast.