Spillivatnsskipanin í Skálavík liðug
Sum fyrsta kommuna í landinum lýkur Skálavíkar kommuna allar treytir í spillivatnskunngerðini frá 2009, og hevur fingið spillivatnsviðurskiftini í rætt lag eitt ár fyri tíðarfreistina.

Freistin hjá kommunum at fáa spillivatnsviðurskifti í rætt lag er 1. januar 2015. Nú, eitt ár innan hesa tíðarfreist, hevur Skálavíkar kommuna, sum tann fyrsta, boðað frá, at komið er á mál. Hetta merkir, at alt spillivatn verður reinsað og síðani leitt í lokaðum rørum út á sjógv, har rákið førir tað burtur.
Í hesum sambandi var umboð fyri Umhvørvisstovuna á vitjan í Skálavík, har Linjohn Christiansen, borgarstjóri og Palli á Lava Olsen, tekniskur leiðari, greiddu frá spillivatnsskipanini. Borgarstjórin greiddi frá, at í 2003 valdi Skálavíkar kommuna at seta Palla sum tekniska leiðara í kommununi. Ein av hansara høvuðsuppgávum var at syrgja fyri, at spillivatnsviðurskiftini komu í rætt lag. Kommunan raðfesti spillivatn sera høgt, og gav teknisku deildini øll neyðug amboð og tøkni fyri at røkka hesum málið. Hetta varð gjørt, tí øll skipanin lá opin og áirnar vóru sera illa dálkaðar. Palli nevndi sum dømi, at Hamarsáin var so illa dálkað av spillivatni, at einki lív var ánni. Í dag er áin rein og nú sæst m.a. állur aftur í ánni.
Palli Á Lava Olsen, tekniski leiðari í Skálavíkar kommunu greiðir frá spillivatnsskipani
Frá 2003 til 2009 legði kommunan umleið 7.500 metrar av spillivatnsleiðingum og aftan á, at kunngerðini um spillivatn kom í gildi, hevur kommunan lagt teir síðstu umleið 4.000 metrarnar. Kommunan hevur eisini fyrireikað seg í mun til framtíðar útstykkingar.
Borgarstjórin og tekniski leiðarin í Skálavíkar kommunu eru sera fegnir um, at kunngerðini um spillivatn kom í gildi. Teir eru eisini fegnir um, at áirnar ikki eru dálkaðar av spillivatn longur, og at børn nú kunnu hugna sær við spæli í ánni.
Kunngerð um spillivatn
Í 2009 kom kunngerðin um spillivatn í gildið, ið álegði øllum kommunum at gera eina spillivatnsætlan. Endamálið við ætlanini var at tryggja, at alt spillivatn verður burturleitt á ein skipaðan hátt og at fyribyrgja umhvørvisdálking og heilsuvanda. Í kunngerðini er eisini ásett, at allar kommunur skulu verða lidnar við spillivatnsskipanina lag innan 1. januar 2015.
Nærri fæst at vita við at ringja Heidi Hansen, tlf. 342400, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo