Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Skráin til tiltakið fólk og fuglar 6. apríl

Hvussu stendur til hjá fuglunum í Føroyum? Hvørjir trívast, og hvørjir eru hóttir? Kom og hoyr um nýggjastu kanningarnar um fuglalívið í Føroyum, og fá íblástur til tín næsta túr í fjøruna. Sunnudagin 6. apríl kl. 14-16 skipa Umhvørvisstovan, Tjóðsavnið og Havstovan fyri tiltaki um fuglar í Føroyum í Skálanum í Norðurlandahúsinum, har nýggj vitan um drunnhvíta og lomviga verður løgd fram.

Skráin er hendan:

14.00  VælkominSigurð í Jákupsstovu, stjóri á Umhvørvisstovuni  
14.10  Áhugi fyri fugliJórun Pólsdóttir, saman við Silasi Olofson hevur Jórun skrivað bókaverkið “Fuglar okkara”, sum varð útgivið í 2022.
14.30 Lomvigi og úrslit frá fuglateljingum í Høvdanum í SkúgvoyJóhannis Danielsen, lívfrøðingur á Havstovuni.  
14.45  Drunnhvíti og kanningar í NólsoyJanus Hansen, lívfrøðingur á Tjóðsavninum.  
15.00 Sofaprát um fólk og fuglarMaria Gunnleivsdóttir Hansen, lívfrøðingur á Umhvørvisstovuni
15.50Tikið verður samanum
16.00Liðugt

Fuglalívið í Føroyum er fjølbroytt, og fert tú út um dyr, er mangt at síggja. Nøkur fuglasløg eru harumframt týðandi fyri alheims fuglastovnin. Nólsoy, Skúgvoy og Mykines eru  altjóða vátlendisøki, sonevnd Ramsar-øki,  har fuglur verður taldur fyri at fylgja við stovninum. 

Kom til eitt prát um fuglar, um hvussu teir búleikast og finna sær føði, og um hví tað er so hugtakandi at eygleiða fugl.  

Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin.  Tó er neyðugt at tekna seg: Fólk og fuglar – framløga og sofaprát  – Umhvorvisstovan