Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Rætting í CO2-roknaranum fyri 2024

Umhvørvisstovan hevur givið út eina dagførda útgávu av CO2-roknaranum fyri 2024. Orsøkin er, at tølini, ið vórðu nýtt at rokna út útlátsfaktorin fyri el, ikki vóru fullfíggjað. Við nýggju tølunum eru útlátsfaktorarnir fyri el roknaðir av nýggjum, lagdir út á heimasíðu okkara www.us.fo/vernd/luft-og-vedurlag/utlatsfaktorar/ og settir inn í ein dagførdan CO2-roknarara fyri 2024. Dagførdi CO2-roknaran er tøkur á hesi síðu: www.us.fo/vernd/luft-og-vedurlag/#co-sub-2-sub-roknarin

Tú kanst lesa meira um CO2-roknaran fyri 2024 her: CO2-roknarin fyri 2024 – Umhvorvisstovan