Nýggjur deildarleiðari á Umhvørvisstovuni
Suni Petersen er settur í starv sum deildarleiðari á deildini Vernd á Umhvørvisstovuni

Suni er 56 ára gamal, og hevur verið virkandi deildarleiðari á deildini Vernd síðan á sumri 2011. Hann er útbúgvin kemiverkfrøðingur og hevur tikið eina masterútbúgving í umhvørvissrætti frá Århus Universitet í 2008. Suni hevur arbeitt innan umhvørvisøkið síðan 2000. Fyrst á Heilsufrøðisligu Starvsstovuni, og á Umhvørvisstovuni frá tí at stovnurin varð skipaður í 2007. Hann tekur við starvinum beinan vegin.
Nærri fæst at vita við at ringja til Suna Petersen, tlf. 342400, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo