Geodesi

Her verður greitt frá um GNSS (GPS), referencunet, k-skipanir, geoidur og fixpunkt.
GNSS-dátur
Umhvørvisstovan rekur 4 permanentar GNSS-støðir (fyrr nevnt GPS) kring landið. Støðirnar standa í Klaksvík, Vestmanna, Trongisvági og á Argjum.
RTK-UPPMÁTING OG AVSETING
Til ber hjá fyritøkum sum fáast við landmáting og hjá byggifeløgum, sum hava gravimaskinur við GPS, at brúka GNSS-støðirnar hjá Umhvørvisstovuni og harvið náa sentimetur neyvleika. Hesin uppmátingarháttur kallast RTK (Real Time Kinematic).
Fyritøkur, sum ynskja at brúka GNSS-støðirnar til RTK-mátingar, kunnu seta seg í samband við Umhvørvisstovuna.
POST-PROCESSING
Tað ber eisini til at taka niður dátur frá teimum fýra GNSS-støðunum á netinum. Talan er um RINEX-dátur (Receiver Independent Exchange) sum máta knattstøðuna hvørt sekund og 30. hvørt sekund hvønn dag árið runt.
Við GNSS-dátum tøkum á netinum, er møguligt at logga egnar GPS-mátingar í lendinum, og síðani at rætta úrslitið heima aftaná (tað kallast Post-processing). GNSS-dáturnar kunnu brúkast í sambandi við dronuflúgvingar og geodetiskar uppmátingar og annað, har neyvleikin av uppmátingunum er av stórum týdningi. Somuleiðis ber til at bøta um eldri GPS-mátingar, tað verið seg innan landmáting og gransking. GNSS-mátingar aftur til endan av 2019 liggja nú tøkar á netinum.
Dáturnar eru ókeypis og kunnu heintast við FTP á dataforsyningen.dk. Neyðugt er at stovna seg sum brúkara á Dataforsyningen fyri at heinta dáturnar.
Krossskipan og EPSG-kodur
FØROYSKAR KROSSSKIPANIR
Nýggjasta krossskipanin nevnist FOTM. FOTM samsvarar við ta matematisku k-skipanina, X peikar eystureftir og Y norðureftir, sum víst við grønum á myndini niðanfyri. Y ásin er samanfallandi við 7° V
Í krossskipanini FK89, peikar Y norðureftir og X peikar vestureftir, víst við svørtum á myndini. Nullpunktið er í 62° N og 9° V og hevur hetta punkt krosstølini (Y,X)=(700.000 m, 700.000 m). Legg til merkis, at í mun til ta matematisku krossskipanina, so peikar X til vinstru og haraftrat verður Y nevnt fyrst.
Á myndini sæst eisini krossskipan UTM, sum er víst við reyðum. Flestu lond her um leiðir eru í ferð við at umleggja krossskipanirnar til UTM.

K-SKIPANIR OG EPSG-KODUR
Í Føroyum verða hesar k-skipanir nýttar. K-skipanirnar hava hesar EPSG kodur.
Projekteraðar k-skipanir | EPSG | Dømi X | Dømi Y |
ETRS 1989 UTM Zone 29N | 25829 | 604.742,68 | 6.875.794,50 |
European Datum 1950 UTM Zone 29N | 23029 | 604.851,25 | 6.876.034,35 |
FOTM – ETRS 1989 Faroe TM | 5316 | 200.000,00 | 876.910,29 |
fk89, Faroe 1989 | -594.919,90 | 701.535,26 | |
Geografiskar k-skipanir | EPSG | Dømi X | Dømi Y |
ETRS 1989 | 4258 | -7,000000 | 62,000000 |
European Datum 1950 | 4230 | -6,997985 | 62,000640 |
FD 1954 | 4741 | -6,994427 | 61,999204 |
fk89 | 4753 |
Í døminum verður sama positión víst í ymiskum k-skipanum.
Um FK89 verður brúkt, kunnu hesir parametrar brúkast. Feilurin er 10 cm í Tórshavn, men økist tess longri fjarstøðan er frá Tórshavn. Í Klaksvík 1 metur, Tvøroyri 2 metrar og í Akrabergi er feilurin 2½ metur!
Projection: Lambert_Conformal_Conic |
False_Easting: -699705,574 |
False_Northing: 699920,349 |
Central_Meridian: -9,0 |
Standard_Parallel_1: 62,0 |
Standard_Parallel_2: 62,0 |
Scale_Factor: 1,0 |
Latitude_Of_Origin: 62,0 |
Linear Unit: Meter (1,0) |
Geographic Coordinate System: GCS_fk89 |
Angular Unit: Degree (0,0174532925199433) |
Prime Meridian: Greenwich (0,0) |
Datum: D_fk89 |
Spheroid: International_1924 |
Semimajor Axis: 6378388,0 |
Semiminor Axis: 6356911,946127947 |
Inverse Flattening: 297,0 |
FOTM OG FVR09
Endamálið við innføring av FOTM er at fáa eina kortskipan, sum byggir á altjóða standardar og tí kann brúkast í uppmátingartólum og kortforritum uttan sertillagingar. Samstundis er skipanin so háttað, at hon við fyrimuni kann brúkast í Føroyum til neyvar uppmátingar, tí talan er um lítla skalabroyting.
FVR09 er ein nýggj og neyv hæddarskipan, sum byggir á nýggjar vatnstøðumátingar, tyngdarmátingar og nivellement. Við hesi skipan er munandi betri samsvar millum hæddarpunktini í landinum.
Um FOTM
FOTM er stytting fyri kortprojektiónina FOroyar Transversal Mercator. Eisini sæst heiti Faroe TM.
Kortprojektiónin ber altjóða heiti EPSG::5316 og á https://epsg.org/home.html ber til at síggja parametrararnar, sum galda fyri projektiónina.
Um FVR09
FVR09 er stytting fyri Faroe Islands Vertical Reference 2009. Av tí at munur upp í ½ m kann vera millum gamlar hæddir (Z89) og nýggjar í FVR09, er sera umráðandi altíð at brúka FVR09 hæddir, tá arbeitt verður í FOTM.
Hæddarskipanin ber altjóða heiti EPSG::5317 og á https://epsg.org/home.html ber til at síggja meira um hæddarskipanina.
FOTM + FVR09 hevur altjóða heiti EPSG::5318.
Geoidur
Hæddir á fixpunktum eru hæddir yvir sjóvarmálanum. Tá GPS verður brúkt til hæddarmáting, verður hæddin hinvegin ikki máld í mun til sjóvarmálan, men í mun til ellipsoiduna (í datum WGS84). WGS84 ellipsoidan í Føroyum liggur umleið 56 metur undir sjóvarmálanum. Myndin niðanfyri vísir, hvussu nógv skal dragast frá eini gps-máldari hædd fyri at fáa hæddina yvir sjóvarmálan.
Minsti munurin er í Akrabyrgi 55,55 m
Størsti munur er í Mykinesi 56,93 m
Nevnast kann at í flestu GPS’arum eru hesar rættingar innbygdar.
FOGEOID2012.02
Geoidan FOGEOID2012.02, er gjørd út frá nivellementi, tyngdarmátingum, gpsmátingum og vatnstøðumátingum í 2009 og 2010. Neyvleikin í meðinøkinum (har landfast er) má metast at vera betri enn 2 cm.

GEOIDAN Í YMSUM SNIÐUM
Newest geoid in different formats
Geoid | Year | Format | |
fogeoid12.02 | 2012 | KmsTrans | |
FO_geoid12A.ggf | 2012 | Trimble | |
fogeoid12.tiff | 2012 | GeoTiff | |
fogeoid12.gtx | 2012 | Binary | |
fo_geoid2012a.gri | 2012 | Txt. Gravsoft. |
Fixpunkt

Eitt fixpunkt er eitt uppmátingarpunkt í lendinum við kendari positión. Fixpunkt hava eitt X- og eitt Y-virði í eini krossskipan. Nógv fixpunkt hava eisini eitt Z-virði, sum er hæddin yvir sjóvarmálan. Á myndini omanfyri síggjast ymisk fixpunkt.
Samband
Hevur tú spurningar? Her sær tú hvønn tú kann seta teg í samband við.
Stein Fossá
Dátufrøðingur