Byrsumúli fingið umhvørvisgóðkenning

Umhvørvisstovan hevur hin 22. juli 2020, sambært løgtingslóg um umhvørvisvernd, góðkent:
Skjótibreytina hjá
Veiðufelagnum Byrsumúla
í Sandvíkum, Hoyvík
Góðkenningin er almenn og kann síggjast á Umhvørvisstovuni og við at klikkja á her. Avgerðin kann kærast til landsstýrismannin í umhvørvismálum. Møgulig kæra skal í seinasta lagi 19. august 2020 sendast til: Umhvørvisstovan, Traðagøta 38, FO-165 Argir ella til us@us.fo
Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar ert tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo