Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Botnkanningar týðandi amboð

Raksturin hjá alifeløgunum skal tillagast dálkingarstøðuni á aliøkjunum.

Umhvørvisstovan hevur móttikið hópin av frágreiðingum frá botnkanningum. Fleiri enn 40 botnkanningar vórðu gjørdar í 2008, harav flestu teirra eru gjørdar á aliøkjum. Botnkanningarnar geva týðandi upplýsingar um dálkingarstøðuna, og eru sostatt eitt týdningarmikið amboð bæði hjá alarum og hjá Umhvørvisstovuni.

Krav í umhvørvisgóðkenningum
Umhvørvisgóðkenningar til alistøðir á sjónum innihalda treytir um regluligar kanningar av botninum. Endamálið við botnkanningunum er at kanna dálkingina á aliøkinum, bæði undir ringunum og á aliøkinum sum heild, og út frá úrslitunum seta tiltøk í verk fyri at minka um dálkingina.

Raksturin skal leggjast til rættis út frá úrslitum
Hjá alarum eru botnkanningarnar týdningarmesta amboðið til at fylgja dálkingini á aliøkinum. Rakstur á alistøðunum skal leggjast til rættis við støði í úrslitunum frá botnkanningunum, og tað er alistøðin sjálv sum í eini aliætlan vísir hvussu raksturin verður skipaður.

Er eitt aliøki, ella partur av aliøkinum ov nógv dálkað, skal alifelagið í sínum ætlanum vísa Umhvørvisstovuni, hvussu óhepna gongdin kann vendast, soleiðis at umhvørvisstøðan aftur kann góðtakast. Hetta verður vanliga gjørt við at leggja aliøkið ella partar av tí brakk. Onnur tiltøk, so sum at  minka nøgdina av fiski ella at skipa raksturin annarleiðis,  kunnu eisini minka um dálkingartrýstið á aliøkini.

Hinvegin, kann alifelagið ikki vísa á, hvussu raksturin verður umskipaður, soleiðis at umhvørvisviðurskiftini á staðnum batna, kann Umhvørvisstovan seta krøv um bøtandi atgerðir.

Alingin nógv betur skipað
Úrslitini frá botnkanningunum vísa, at framleiðslan av alifiski er økt , t.v.s. at dálkingartrýstið á aliøkini er økt. Tó metir Umhvørvisstovan, at alingin er nógv betur skipað í dag. Alifeløgini duga nógv betri at útnytta aliøkini, uttan at ovbyrja hesi.

Vilt tú vita meira um botnkanningar, kanst tú trýsta á leinkjuna her.

Vilt tú vita meira um aling og umhvørvisfyrisiting so ring til Jóhannu Olsen ella Unu Matras á   Umhvørvisstovuni, tlf. 342400 / 232443, ella send okkum ein teldupost us@us.fo.