Meira tilfar av Oyrareingjum kann aftursøkkjast
Umhvørvisstovan hevur tann 18. desember 2007 givið Tórshavnar havn loyvi til at víðka upprunaliga loyvið til aftursøkking
Umhvørvisstovan hevur tann 18. desember 2007 givið Tórshavnar havn loyvi til at víðka upprunaliga loyvið til aftursøkking, dagfest 14. desember 2006, úr 75.000 m3 upp til 120.000 m3.
Loyvið er givið í sambandi við at havnarlag verður gjørt á Oyrareingjum. Tilfarið kann søkkjast aftur millum Stong og Eystnes. Allar treytir í upprunaliga loyvinum eru galdandi fyri nýggja loyvið.
Loyvið er her.
Kunning um upprunaliga loyvið er her.
Les meira um aftursøkkingar her
Vil tú vit meira
um hetta loyvi ella um aftursøkking, so ring til Umhvørvisstovuna, Suni Petersen, tlf. 356400, ella send okkum ein teldupost hfs@hfs.fo