Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Uppskot til umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins

Ársins tema til umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins er náttúruloysnir. Nú ber til at koma við uppskotum. 

Kennir tú onkran, sum hevur uppiborið eina virðisløn fyri arbeiðið við náttúruloysnum? Nú ber til at senda Norðurlandaráðnum uppskot.

 
Náttúruloysnir – ella tað, sum á enskum verður kallað Nature-Based Solutions – eru ein grundleggjandi liður í arbeiðinum við umhvørvi og lívfrøðiligum margfeldi. Talan kann til dømis vera um burðardygga nýtslu av lendi og náttúrutilfeingi, at varðveita vát- og mýrilendi ella at lata upp løkir og áir. Granskarar meta, at náttúruloysnir kunnu geva ein triðing av tí minking í útláti av vakstrarhúsgassi, sum skal til, fyri at tryggja okkum, at jørðin hitnar væl minni enn tvey hitastig, sum ásett í París-sáttmálanum. Les meira um náttúruloysnir her: www.us.fo/nbs
 
Til ber at skjóta norðurlendskar fyritøkur, stovnar ella einstaklingar upp, sum eru virkin í Norðurlondum og/ella eru tilknýtt samstarvsparti uttan fyri Norðurlond. Tiltakið skal hava eitt norðurlendskt sjónarhorn. Freistin at senda inn uppskot er týsdagin 10. mai 2022. Brúka skjalið, sum tú finnur í leinkinum niðanfyri. 
 
Foreslå kandidater til Nordisk Råds miljøpris 2022! | Nordisk Samarbejde (norden.org)
 
 

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar ert tú vælkomin at ringja til Jónu Ólavsdóttir, Umhvørvisstovan, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo