Nøgdaravmarking í alilógina
Undir tilevnanini av alilógaruppskotinum mælti Umhvørvisstovan til, at tann nýggja alilógin eigur at hava møguleika at avmarka nøgdina av alifiski beinleiðis í aliloyvunum. Hetta bleiv ikki tikið við í lógaruppskotið, og tí nýtti Umhvørvisstovan møguleikan at gera vart við hetta, tá lógaruppskotið var til almenna hoyring. Nú málið aftur er á breddanum vil Umhvørvisstovan vísa á grundgevingarnar fyri at neyðugt er at kunna avmarka nøgdina av alifiski í tilknýti til sjálvt aliloyvi.

Søgan endurtekur seg
Tá kreppan herjaði í alivinnuni í 2001 og nøkur ár fram, metti umhvørvissmyndugleikin, at nøgdin av útsettum fiski, og harvið framleiðslan av alifiski, var alt ov høg. Hetta sást beinleiðis aftur í m.a. dálkingarstøðuni á firðunum, og umhvørvismyndugleikin bað tá landsstýrismannin við alimálum, at brúka heimildir í alilógini og aliloyvunum at avmarka alivinnuna. Hetta var ikki ein møguleiki, sum landsstýrismaðurin við alimálum valdi at brúka.
Í dag síggja vit tað sama, landsstýrismaður við alimálum frásigur sær møguleikan fyri, at regulera nøgdina av útsettum alifiski ella framleiddum alifiski beinleiðis í aliloyvinum, og harvið kunna ansa eftir, at ein alari ber seg ábyrgdarfult at, og ikki fyllir eitt aliøki við ov nógvum fiski. Hetta metir Umhvørvisstovan vera óheppi, serliga tá onnur lóggáva ikki í sama mun megnar at nøgdarregulera alivinnuna.
Loyvismyndugleikin
Tað er einans loyvismyndugleikin, ið kann taka aliloyvi frá einum alara. Tí er Umhvørvisstovan av tí áskoðan, at tað er óforsvarligt at loyvismyndugleikin sleppur sær av við møguleikan at stýra hægst loyvdu nøgdini av alifiski í hvørjum øki. Harvið blaka teir eina alt ov stóra eftirlitsbyrðu yvir á aðrar myndugleikar, t.d. Umhvørvisstovuna, uttan at hava tryggja sær at tey neyðugu amboðini til at stýra hesi eftirlitsábyrgd fylgja við.
Trygdarventilur
Vit hava í dag eina væl skipaða alivinnu, sum eftir stórar dálkingar- og sjúkutrupulleikar hevur megnað at skipa ein rakstur, sum í stóran mun tekur atlit til umhvørvið. Tó hava vit sæð, at vinnan við jøvnum millumbili veksur seg óforsvarliga stóra, og tí er alneyðugt hjá myndugleikunum at hava heimild at re
gulera nøgdina av alifiski. Ein nøgdaravmarking, sum beinleiðis er heimilað í alilógini, vil virka sum ein trygdarventilur í mun til framtíðar aling.Brot úr hoyringssvarinum frá Umhvørvisstovuni
Ein nøgdaravmarking, sum beinleiðis er heimilða í alilógini, vil fungera sum ein trygdarventilur í mun til framtíðar aling. Vit hava fleiri ferðir sæð, at alingin hevur vaksið seg óforsvarliga stóra, og hetta kann hava sera óhepnar avleiðingar.
Á umhvørvisøkinum eru møguleikarnir til at regulera nøgdina ikki nóg góðir, við tað at amboðið til at regulera nøgdina fyrst kann brúkast eftir at nøgdin, og harvið dálkingin, er vorðin ov stór. Hesi amboð eru heldur ikki nóg góð á veterinera økinum, tí nøgdarreguleringin fyrst og fremst er tengd at kg fisk pr. rúmmetur og ikki í nóg stóran mun til sjálva støddina av útsetingini.
Í dag eru nøkur aliøki sera stór, og við skipanini, sum hon fungerar í dag, kunnu nærum óavmarkaðar nøgdir av smolti setast út á stóru aliøkini, uttan at umhvørvis- ella veterineru myndugleikarnir hava nóg greiðar heimildir at nokta hesum.
Í dag verður mett at alingin verður rikin á einum skilagóðum grundarlagi, men hesi viðurskifti kunnu broytast í framtíðini – m.a. um vit koma at nýta aðrar rakstrarhættir, ala onnur fiskasløg, nýggjar sjúkur koma osfr.
Sostatt metir Umhvørvisstovan tað vera beinleiðis óforsvarligt av Vinnumálaráðnum at sleppa møguleikanum beinleiðis, at kunna regulera nøgdina av fiski í aliloyvunum. Alilógin er hóast alt tann lógin, sum beinleiðis er rættað móti alivinnuni, og tí er tað heilt nátúrligt, at lógin hevur heimildir at regulera nøgdina av tí sum verður alt.
Viðmerkingarnar til lógaruppskotið frá Umhvørvisstovuni kunnu síggjast við at trýsta her.
Nærri fæst at vita við at ringja til Jóhonnu Olsen á Umhvørvisstovuni, tlf. 342400, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo.