Tyngdarmátingar í Føroyum
Fólk frá Danmarks Rumcenter eru í hesum døgum í Føroyum og gera tyngdarmátingar

Tyngdarmátingarnar eru ein liður í arbeiðinum at bøta um fixpunktnetið í Føroyum.
Sum tað sæst á myndini gera frábrigdi í tyngdukraftini havøkið bjølgut. Støð, har massin í jørðini er stórur, økja um tyngdukraftina.
Tað er neyðugt við sera neyvum mátingum av tyngdarøkinum fyri at betra góðskuna av fylgisveinastýrisskipanum, eitt nú GPS og tann komandi evropeiska Galileo. Mátingarnar kunnu samstundis avdúka oljulummar, vatn og mineralir í undirgrundini.
Myndin omanfyri av økinum kring Føroyar vísir, at havyvirfladan bæði hellir og ”buglar” (í mun til ta matimatisku ellipsuiduna). Eisini sæst á myndini, at hæddarmunurin á havyvirfladuni er umleið 2 metur millum landsynnings- og útnyrringspartin av Føroyum.
Fyri at kunna gera neyvar uppmátingar við GPS tólum (sum annars máta hæddir í mun til matematisku ellipsuiduna), er neyðugt at kenna frábrigdini í havyvirfladuni, og tí verða tyngdumátingar gjørdar í løtuni.
Lítla myndin vísir Gabriel Strykowski og René Forsberg frá Danmarks Rumcenter í ferð við at gera eina tyngdarmáting uttanfyri Umhvørvisstovuna. Við hesum tóli, sum nevnist eitt gravitymeter, ferðast teir runt í landinum og gera tyngdarmátingar. Hvør máting tekur 5 – 10 min., og íalt skulu gerast umleið 70 mátingar.
Meiri sæst um tyngdarmátingar her:
http://www.space.dtu.dk/Forskning/Jordens_fysik_og_geodaesi/Tyngdefelt.aspx
Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Stein Fossá, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, telefon 342400 ella steinf@us.fo.