Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Tilmæli um nýggja náttúrufyrisiting

Umhvørvisstovan mælir til at dagføra galdandi náttúrufriðingarlóg. Mælt verður til at leggja fyrisitingina av náttúruvernd til ein stovn undir landsstýrismanninum, og at fáa ásetingar um árinsmetingar, lívfrøðiligt margfeldi og um verju av djóra- og plantulívi inn í lógina.

Umhvørvisstovan hevur gjørt frágreiðing um náttúruvernd og náttúrufyrisiting. Endamálið við frágreiðingini er at lýsa møguleikarnar fyri at nútímansgera fyrisitingina av økinum náttúruvernd innan karmarnar av galdandi náttúrufriðingarlóg frá 1970.

Í frágreiðingini verður víst á, at galdandi náttúrufriðingarlóg og fyrisiting, sum er yvir fjøruti ára gomul, treingir til at verða nútímansgjørd.

Eisini er mett um, hvørt galdandi lóg kann vera grundarlag undir eini nøktandi náttúruvernd. Niðurstøðan er, at ásetingarnar í galdandi lóg um friðing og um verju av náttúruni í høvuðsheitum eru nøktandi. Tó vanta greiðar ásetingar um m.a. verju av djóra- og plantulívi og lívfrøðiligum margfeldi, eins og heimildir at krevja árinsmetingar og kanningar og ásetingar um eftirlit vanta.

Víst verður á, hvørjar lógarbroytingar eru neyðugar fyri at nútímansgera fyrisitingina innan karmarnar av galdandi náttúrufriðingarlóg.

Mælt verður til:

Frágreiðingin er úrslit av verkætlan, sum er fíggjað av Innlendismálaráðnum av játtanini til umhvørvisverndartiltøk. Les frágreiðingina her.
  

Nærri fæst at vita við at ringja til Suna Petersen á Umhvørvisstovuni, tlf. 342400/232444, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo