Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Umhvørvisgóðkenning fyri útbygging av havnarlagi Úti á Enni í Fuglafirði

Við hesum verður kunngjørt, at Umhvørvisstovan 27. mars 2024, við heimild í løgtingslóg um umhvørvisvernd, við seinni broytingum hevur góðkent:

At Sp/f Framherji, Bakkavegur 22, 530 Fuglafjørður , fær umhvørvisgóðkenning til at víðka um havnarlagið Úti á Enni í Fuglafirði.

Góðkenningin er almenn og kann síggjast á Umhvørvisstovuni og her

Avgerðin kann kærast til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum. Møgulig kæra skal í seinasta lagi 24. apríl 2024 sendast til: Umhvørvisstovan, Traðagøta 38, FO-165 Argir ella til us@us.fo.

Umhvørvisstovan sendir síðani kæruna víðari til landsstýriskvinnuna saman við viðkomandi skjølum.