Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Kommunur í Føroyum síðan 1866

Tann 16-02-1866 bleiv Tórshavnar kommuna, sum tann fyrsta føroyska kommunan, stovnað.

Tann 01-10-1873 blivu hesar kommunur upprættaðar, sum í høvuðsheitunum vóru tær somu, sum prestagjøldini:

  1. Norðoya prestagjalds kommuna
  2. Eysturoyar prestagjalds kommuna
  3. Norðstreymoyar prestagjalds kommuna
  4. Sameindu sókna kommunurnar í Suðurstreymoy
  5. Vága prestagjalds kommuna
  6. Sandoyar prestagjalds kommuna
  7. Suðuroyar prestagjalds kommuna

Tá vóru sostatt einans 8 kommunur, men 3 ár seinni byrjaðu kommunurnar at fara sundur:

Tal av kommunum yvir tíð

Talvan vísur tal av kommunum síðani 1866.

Í 1967 gjørdist talið av kommunum methøgt, nevniliga 51, tá Nes, Eysturoy gjørdist sjálvstøðug kommuna. Í 1977 fór talið av kommunum at minka, tá Kaldbak legði saman við Tórshavn. Størsta fallið í tali av kommunum var í 2005, tá talið fór úr 48 niður í 34 kommunur.

Kommunukort

Umhvørvisstovan hevur gjørt eitt samvirkið (interaktivt) kommunukort, har til ber at síggja, hvussu kommunurnar broytast við tíðini – https://kort.foroyakort.fo/kommunur/

Tá tú opnar kortið, sær tað soleiðis út:

Tá tú velur gráa bjálkan, víðkast hann, og tíðarlinjan kemur fram:

Til ber eisini at vísa eitt tíðarskeið (frá/til), men tað gevur onga meining, tá kommunurnar skulu vísast.

Keldur: