Virkir kunnu eisini gera sítt til at minka um útlátið av veðurlagsgassi. Eitt amboð til hetta kann vera at fara undir umhvørvisstýring. Umhvørvisstýring er eitt leiðsluamboð, og kann nýtast til at skipa umhvørvis- og arbeiðsumhvørvisviðurskifti á virkinum.
Umhvørvisstýrisskipanin er býtt upp í fimm stig. Tey fimm stigini í umhvørvisstýringi verða ofta myndaði sum ein sirkul, tí arbeiðið verður framt í eini áhaldandi prosess.
Tey fimm stigini:

1. Kortlegging
Tað fyrsta stigið, tá byrjað verður uppá umhvørvisstýring, er at fara undir kortlegging og skráseting. Arbeiðsmannagongdir, orkunýtsla, rávørunýtsla o.s.fr.
2. Hugsa
Næsta stigið er at hugsa. Skrásetingarnar sjónliggera møguligar umhvørvisstrupulleikar og geva møguleika fyri at meta um, hvar best er at seta inn fyrst og seta sær mál. Arbeiðið framyvir kann málrættast. Umráðandi er at seta sær nøkur fá realistisk mál. Eitt mál kann til dømis vera, at virkið ynskir at minka útlátið av CO2 við 10 %.
3. Ætlan
So er triðja stigið at gera virkisætlan fyri, hvørji tiltøk skulu til, fyri at náa málinum.
4. Fremja
Tá tað er gjørt, er fjórða stigið at fáa virkisætlanina framda í verki.
5. Kanna
Og síðsta og fimta stigið er at kanna, um virkisætlanin verður framd, hava tiltøkini ætlaðu ávirkanina ella skulu justeringar til og um málini, sum sett vóru, verða nádd.
Tá tað er komið runt í sirklinum, verður byrjað við stig eitt aftur, og gongdin heldur fram við at kortleggja, seta nýggj mál o.s.fr. <
Hvat kunnu smærri virkir gera?
EMS-Light er ein umhvørvisstýrisskipan sum er ætlað til minni og miðalstór virkir. Umhvørvisstovan hevur, saman við øðrum føroyskum fyritøkum, luttikið í eini norðurlendskari verkætlan, sum hevði til endamáls at skipa umhvørvisstýrisskipan hjá smáum og miðalstórum fyritøkum.
Hevur tú nakrar spurningar ella viðmerkingar, er tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella senda okkum ein teldupost us@us.fo
|