| Hvat kostar tað at tinglýsa? |
|
a. Skeyti:
1/2 % av keypsprísinum samb. LØGTINGSLÓG NR. 50 FRÁ 2. JUNI 2008 + kr. 1.000,- samb. LØGTINGSLÓG NR. 63 FRÁ 10. JUNI 2008
b. Leigusáttmálar:
Kr. 1.000,-
c. Úttøkur:
Kr. 1.000,-
d. Hjúnasáttmálar:
Her verða víst 3 dømi: Um annar hjúnafelagin einsamallur eigur ognina og hin hjúnafelagin skal standa fyri allari ognini er kostnaðurin ½ % av virðinum + kr. 1.000,- Um báðir hjúnafelagirnir standa fyri ognini og tann eini einsamallur skal standa fyri allari ognini er kostnaðurin ½% av ½ av virðinum á ognini + kr. 1.000,- Um ognin bara skal skrásetast sum serogn hjá tí hjúnafelaga, sum er skrásettur sum eigari av ognini er tinglýsingargjaldið kr. 1.000,- Hesir hjúnasáttmálar skulu allir góðkennast av Ríkisumboðnum Hjúnasáttmáli, sum verður gjørdur áðrenn hjúnalag , skal ikki góðkennast av Ríkisumboðnum.
e. Gávubræv:
½ % av virðinum av ognini + kr. 1.000,-
f. Byrða (servituttur):
Kr. 1,000,- Um ein ogn skal tinglýsast sum serogn, kann hetta bert lýsast við einum hjúnasáttmála ella einum gávubrævi.
g. Lániskjøl:
1/2 % av upphæddini + 1.000 kr.
|
| |
| Hvat kostar tað at avlýsa skjøl? |
|
Tað kostar einki av avlýsa eitt skjal og heldur ikki at avmarkað ein veðrætt. |
| |
| Hvussu verður goldið? |
|
Gjaldast skal kontant ella peningurin flytast á konto í P/F BankNordik 6460-1725221 og P/F Eik Bank 9181- 1752911. Móttøkan á Umhvørvisstovuni tekur ímóti Visa korti. |
| |
| Hvussu verður eitt skeyti skriva? |
|
Eitt skeyti skal innihaldi: Fráboðara (tann, sum skeyti skal sendast aftur til), matrikulnummar, seljara, keypara, føðidagur hjá keypara, keypspening, byrðu, um nøkur er, dagfesting, lesiligar undirskriftir, tvey lesilig sannunarvitni harav navn, starv og fullur bústaður skal framganga.
|
| |
| Er tað neyðugt at nýta sakførara ? |
|
Nei, men hetta ráða vit fólki til |
| |
| Hvussu setur ein virðið á ognini ? Skal tað vera tað reella virðið? |
|
Ja |
| |
| Um eini hjúnarfelagin stendur fyri húsinum, hvussu fæst hin parturin at standa sum eigari eisini? |
|
Tað kann gerast við skeyti ella hjúnasáttmála |
| |
| Kann ein ómyndigur fáa, keypa, selja ella veðseta ogn? |
|
Ja, men loyvi skal frá Ríkisumboðnum og undirskrift frá einum verja |
| |
| Hvat pant er í ávísum bilum/maskinum /bátum (leysafæ)? |
|
Pant í leysafæ verður skrásett í persónbók undir navnið debitors.
Bert bátar undir 5 br.tons. |
| |
| Hvussu leingi hava tit opið? |
|
Tinglýsingarskrivstovan er opin frá kl. 09:00 til Kl. 15:00.
Telefonavgreiðsla er frá kl. 09:00 til kl. 15:00.
Skjøl, sum verða latin inn millum kl. 09.00 og kl. 12.00, verða skrásett í dagbók sama dag. |
| |
| Hvussu long er avgreiðslutíðin ? |
|
Avgreiðslutíðin kann verða 10 dagar,men vit gera alt fyri at avgreiða skjølini so skjótt sum gjørligt. |
| |
| Kann mítt skjal verða tikið framum hini? |
|
Skjøl verða ikki tikin framum, tey verða avgreidd í tí rekkjufylgju tey koma inn. |
| |