|
Talið av seldum einnýtisíløtum økist ár fyri ár. Í 2011 eru seld góðar 6,5 mió einnýtisíløt við panti og er tað aftur ein stórur vøkstur í mun til undanfarin ár. Tølini Umhvørvisstovan hevur fingið fyri 2011 vísa, at 80 % av seldu íløtunum komu inn aftur. Hetta er ein stórur vøkstur í retur-% í mun til undanfarin ár. Tað gongur rættan vegin hóast vit framvegis liggja nakað lægri enn eitt nú Danmark, Norra og Svøríki, har retur-% vanliga liggur nakað oman fyri 80 %.
Retur-% í Føroyum deilt yvir ymisku sløgini av íløtum sær soleiðis út (tølini fyri 2007 skulu takast við tí fyrivarni, at skipanin við einnýtisíløtum byrjaði á sumri 2007, og eru tølini sostatt bert fyri seinna hálvár) :
| Retur % |
2007 |
2008 |
2009 |
2010 |
2011 |
| Metal |
38 |
68 |
75 |
68 |
80 |
| Glas |
38 |
38 |
57 |
28 |
72 |
| Plast |
13 |
29 |
63 |
74 |
80 |
| Íalt |
33 |
53 |
67 |
70 |
80 |
Sambært kunngerðini um pant, er tað ikki álagt at krevja pant fyri íløt í sambandi við proviantering til toll- og avgjaldsfría nýtslu og sølu, og hevur Umhvørvisstovan tí mett, at rættast er, ikki at taka íløtini sum eru seld uttan pant við í uppgerðina. Umhvørvisstovan hevur tekur tí ikki tølini fyri íløt sum eru seld uttan pant við í uppgerðirnar.
Skipanin við einnýtisíløtum umfatar eitt vaksandi tal av íløtum sum eru seld við panti. Í 2011 síggja vit ein stóran vøkstur í retur-%, og fyri fyrstu ferð, er talið av íløtum, sum ikki kemur inn aftur, minka í mun til undanfarna ár:
| stk. |
Seld |
Latin inn |
Ikki latin inn |
Retur % |
| 2007 |
1.233.752 |
404.817 |
828.935 |
33 |
| 2008 |
2.187.427 |
1.151.305 |
1.036.122 |
53 |
| 2009 |
3.681.016 |
2.468.161 |
1.212.854 |
67 |
| 2010 |
4.905.828 |
3.427.429 |
1.478.399 |
70 |
| 2011 |
6.525.613 |
5.191.889 |
1.333.724 |
80 |
Sum stabbamynd, sæt tað soleiðis út:
Skipanin við einnýtisíløtum økist ár fyri ár. Í 2011 eru seld góðar 6,5 mió íløt í mun til knappar 5 mió íløt í 2010, og tí er sera týdningarmikið, at vit eisini gerast betri til at lata tómu íløtini inn aftur.
Tóm íløt, sum ikki verða latin inn aftur, tyngja okkara burturkastskipan óneyðugt ella liggja sløðast í náttúruni, í staðin fyri at verða endurvunnin. At nógv íløt ikki komu inn aftur merkir eisini, at tað liggja góðar 2,7 mió kr eftir hjá loyvishavarunum í óútgoldnum panti í 2011.

Nærri útgreining sæst her.
Kelda: Innflytarar av einnýtisíløtum, sí her
Ynskir tú fleiri upplýsingar um einnýtisíløt, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, spyr eftir Eyð Eidesgaard ella send okkum ein teldupost us@us.fo.
|