Mong munnu frá tíð til aðra undrast á, at gamalt skrambul og órudd í áravís fær frið at liggja og sløðast á almennum plássum, á bygd og í bý. Eisini uttanfyri bygt øki finst órudd. Dømi eru um, at t.d. rustaðar bingjur og bilvrak í áravís kunnu skemma náttúruna. Tað er ólógligt at lata órudd liggja og rekast.
Órudd á almennum plássum
Kommunustýrið skal halda almenn pláss, vegir, áir, áarinntøk við veg og rennur rein og ruddilig.
Órudd á privatum øki
Avvarðandi eigari skal halda tún og onnur privat uttandura øki rein og ruddilig.
Um privatur persónur ikki heldur egin øki ruddilig, kann kommunustýrið geva boð um, at órudd og annað burturkast skal beinast til hóskandi stað.
Vilt tú vita meira um reglur um órudd, so ring til okkum, tlf. 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo
|