|
|
Stovnurin Virksemið
|
|
Skógrøkt |
|
|
|
Uppgávan hjá virkisøkinum Skógrøkt er at vera tann útinnandi deildin á Umhvørvisstovuni í málum um umsiting av almennum jarðum. Tað fevnir eitt nú um røkt, rakstur og menning av náttúrulendum, viðarlundum, urtagarðsbrúki, fríluftslívi, náttúruferðavinnu, veiðu & frítíðarfiskarí.
Arbeiðið hjá Skógrøkt:
- Veita útbúgvingar-, royndar- og menningarmøguleikar til tann grøna sektorin
- Umsita, røkja og menna skógfriðaðar viðarlundir í samstarvi við Skógfriðingarnevndina
- Umsita, røkja og menna onnur viðarlundarmál, til dømis CO2 binding, lívdarplanting og trivnaðar- og heilsuplantingar
- Umsita, røkja og menna frílendi og náttúrufriðaði lendi
- Menna plantualingina og -framleiðsluna á Gróðurstøðini
- Menna vísindaliga arbeiðið við royndum av trøum, runnum og øðrum vøkstri
- Menna royndir innan lendisrøkt, lendisskipan, arbeiðsútgerð v.m.
- Selja plantur v.m.
- Samstarva við myndugleikar og sektorar við felags markamóti
- Taka lut í norðurlendskum og altjóða samstarvi
- Ráðgeva og kunna myndugleikar, borgarar og áhugabólkar
|
|
|
|
 |
|
 |
 |
 |
 |
 |
 |
 |
 |
 |
 |