 Oljudálkingar koma ofta fyri inni á firðunum í Føroyum. Ofta eru tað smærri útlát, men eisini onkur størri óhapp hava verið, sum oljulekin hjá SEV í Vági og oljudálkingin frá trolaranum Olshanu, sum sakk í Tangafirði.
Fyri at kanna hvørja ávirkan oljan hevur á umhvørvi, verða kanningar gjørdar av sjógvi, sedimenti og av livandi verum í økinum.
Við hesum kanningum verður innihaldið av PAH, sum er tann týdningarmesti eitrandi komponenturin í olju, mátað í sedimenti, sjógvi og í fiski og kræklingi í økinum, umframt at sokallaðar árinskanningar verða gjørdar á fisk og krækling.
Árinskanningarnar eru kanningar av ávirkan av dálkingarevninum á enzym-skipanina og arvaeginleikarnar hjá djórinum. Hesar kanningar eru nærri lýstar í frágreiðingini “Oljudálking á føroyskum firðum”. |