Forsíða Prenta síðu Sitemap Send okkum ein teldupost Logga inn

Samband

 

 

Høvuðsskrivstovan, Traðagøta á Argjum
» Finn okkum her

 

Mánadag - fríggjadag

09.00 - 15.00

  

Skógrøkt, Hvítanesvegur í Hoyvík
» Finn okkum her

 

Mánadag - fríggjadag

09.00 - 15.00

  

Plantusølan

Mánadag - hósdag
12.00 - 17.00


Fríggjadag
12.00 - 18.00

Leygardag
10.00 - 14.00 

 

  Telefon:

 

Høvuðsskrivstovan:

tel.:  +298 34 24 00

fax.: +298 34 24 01

 

Tinglýsing:

tel.:  +298 35 80 20

fax.: +298 34 24 01

 

Landsfólkayvirlit:

tel.:  +298 35 80 50

fax.: +298 35 80 55

 

Fleiri:

» Starvsfólkayvirlit

 

  Dálking og vernd  Luft og veðurlag  Ozonoyðandi evni
[English edition]

Ozonoyðandi evni

Ozonoyðandi evni kunnu, sum navnið sipar til, oyða ozonlagið. Ozonlagið, sum er á leið 10 km frá jørðini, verjir jørðina móti skaðiligum strálum frá sólini. Tá minni er til av ozoni, gerst ozonlagið tynnri og sagt verður, at "hol" er í ozonlagnum. Jú tynri ozonlagið er, jú fleiri skaðiligar strálur koma tá niður á jørðina. Skaðiligu strálurnar kunnu elva til krabbamein í húðini og tálma vøkstri av plantum og algum.

Nógv ymisk ozonoyðandi evni eru til. Í Føroyum hevur nýtslan av ozonoyðandi evnum mest fevnt um nýtslu av kølievnunum CFC og HCFC (freon) og av eldsløkkievninum halón.

CFC og HCFC (freon)

Millum mest brúktu ozonoyðandi evni í Føroyum eru kølievnini av CFC og HCFC slagnum. T.d. varð CFC-112 nógv brúkt sum kølievni í køliskápum og øðrum køliskipanum. CFC'ir hava stóra ozonoyðandi megi, og tí samdust heimsins lond tíðiliga um at steðga nýtsluni. Eingin vinnulig nýtsla av CFC-um er longur Føroyum.

Í staðin fyri CFC-ini komu HCFC-ini, sum eisini virka oyðandi á ozonlagið, tó í nógv minni mun. HCFC-22 er kølievni, sum enn verður brúkt í frystskipanum umborð á fiskiskipum og fyri ein part eisini á landi. HCFC-22 verður vanliga nevnt freon-22 ella R-22.

Halón

Halón hevur í nógv ár verið brúkt sum eitt sera virkið eldsløkkievni, bæði á landi og umborð á skipum. Ikki er loyvi at brúka halon umborð á nýggjum skipum. Nógv smærri, eldri fiskiskip brúka enn halón sum eldsløkkievni. 

Skip, sum enn sigla við halón eldsløkkiskipan, skulu innan árslok 2013 hava skift yvir til aðra eldsløkkiskipan. Sambært altjóða reglum (Montreal- protokollini) skuldi øll framleiðsla og nýtsla av halóni steðga í 1994 (í ídnaðarlondum).

Í føroysku reglunum um ozonoyðandi evni er ásett, at eldsløkkiskipanir, eldsløkkjarar og aðrar vørur og útbúnaður, sum innihalda halón skulu vera tikin úr nýtslu innan 31. desember 2013. Hetta merkir, at øll skip undir føroyskum flaggi, sum enn hava eldsløkkiskipan, ið brúka halón, skulu skifta hesa út innan ársskiftið 2013/2014.

Í oktober 2012 fingu reiðarí og viðkomandi feløg bræv frá Umhvørvisstovuni og Sjóvinnustýrinum, har mint varð á, at halón eldsløkkiskipanir skulu skiftast út innan 1. januar 2014. Les brævið her. Til endamálið varð ein vegleiðing um niðurtøku av eldsløkkiskipanum við halóni gjørd. Hana skulu reiðarar og virkini, sum av Sjóvinnustýrinum eru løgggildað at arbeiða við halón, fylgja. Her er listi hjá Sjóvinnustýrinum yvir virki, sum eru løgggildað at arbeiða við halón

Innflutningur ólógligur uttan loyvi frá Umhvørvisstovuni

Kunngerðin um ozonoyðandi evni setur forboð at innflyta og brúka ozonoyðandi evnum. Tó eru einstøk undantøk, t.d. er loyvt at innflyta og brúka endurvirkað (regenererað) HCFC-22 fram til 31. desember 2014, hetta er tó einans galdandi fyri røkt og tænastu av verandi skipanum.

Eftir 31. desember 2014 verður als ikki loyvt at brúka ozonoyðandi evni, herundir eisini HCFC-22.

Fyritøkur, ið ætla at innflyta ella útflyta ozonoyðandi evni, skula søkja um innflutningsloyvi frá Umhvørvisstovuni. Til tað endamálið hevur Umhvørvisstovan gjørt eitt serligt umsóknarblað, sí her.

Fyri at fáa innflutningsloyvi skal umsøkjarin lata Umhvørvisstovuni skjalprógv um m.a.:

  • upprunan á evninum og navn og bústað á endurvirkingarverkinum (Certificate of Conformity)
  • avrit av útflutningsloyvinum, sum landið, sum útflutt verður frá, hevur útskrivað (Export license) 

her hvør higartil hevur fingið loyvi.

Altjóða reglur um ozonoyðandi evni

Kunngerðini um ozonoyðandi evni setir altjóða reglur í gildið í føroyska lóggávu. Talan er um ásetingar í Montreal protokollini (um evni, sum bróta niður ozonlagið) um ásetingar í MARPOL sáttmálanum (anneks VI, ið er um luftdálking frá skipum).

Les meira 

 

 

   

Vilt tú vita meira um útlát av ozonoyðandi evnum í Føroyum, so ring til Mariu Gunnleivsdóttir Hansen á Vernd á Umhvørvisstovuni, tlf 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo.

Tíðindi

Føroysk tøl

Er køliskipanin tøtt?

Innflutningur av HCFC-22