Frá at burturkast stórt sæð antin varð tveitt á sjógv ella brent á opnum báli, er burturkastøkið í dag nógv betur skipað.
Kommunurnar hava innsavningarskipan til húsarhaldsburturkast, pappír og papp og vandamikið burturkast, umframt at bingjupláss eru í øllum kommunum, har borgarir kunnu sleppa av við burturkast. Tað er í kunngerð álagt øllum at nýta innsavningarskipanirnar hjá kommununum ella tann avhendingarmøguleika, ið kommunan vísir á.
Umhvørvisstovan virkar fyri hesum meginreglum fyri nýtslu og burturbeining:
Minka um nøgdina av burturkasti - er t.d. at brúka minni av pakkitilfari
Endurnýtsla - er t.d at endurnýta glasfløskur
Endurvinning av tilfari - er t.d. at umsmelta alminiumsdósir
Orkuendurvinning - er t.d. tá hiti frá brennistøðum verður brúktur til upphiting av húsum
Burturbeining - er t.d. tyrving og brenning uttan orkuendurvinning