Umhvørvisstovan eigur eitt stórt savn av flogmyndum, sum eru tiknar í sambandi við fotogrammetriska kortlegging.

Tórshavn 1958
Fyrstu myndirnar eru frá 1958, og síðani eru ymsu støðini í Føroyum avmyndaðar við jøvnum millumbilum.

Tórshavn 2004
Umhvørvisstovan eigur litmyndir av øllum landinum sum eru frá 1984 og 2009 og umleið helvtina av landinum, sum eru frá 2000, 2002 ella 2004.
Umhvørvisstovan selur plott av flogmyndum. Flogmyndirnar verða skannaðar, og síðani plottaðar við myndagóðsku á fotopappír. Møguleiki er at økja myndirnar til A0 stødd og framvegis varðveita myndagóðskuna. Sí príslistan.
Flogmyndayvirlit 1958 - 2009
Umhvørvisstovan hevur flogmyndir, sum fevna um alt landið hesi ár:
| Ár |
Myndastødd |
S/H ella litir |
Myndaeigari |
Øki |
| 1958 |
1 : 12.000 |
S/H |
KMS |
Alt landið |
| 1970 |
1 : 25.000 |
S/H |
KMS |
Alt landið |
| 1983 |
1 : 30.000 |
S/H |
KMS og US |
Alt landið |
| 1984 |
1 : 15.000 |
Litir |
KMS og US |
Alt landið |
| 2000, 2002, 2004 |
1 : 20.000 |
Litir |
US |
½ landið |
| 2009 |
40 cm pixel |
digital |
US |
Alt landið |
Umhvørvisstovan eigur nógvar flogmyndir í støddini 1:3500 - 1:7000 - 1:20000. Myndirnar eru frá tíðarskeiðinum 1965 - 2004. Áðrenn ár 2000 eru myndirnar svart/hvítar, meðan aftaná eru tær í litum. Niðanfyri nevndu fílur innihalda føroyakort sum vísa, hvar flogmyndir finnast.
Kortini eru í pdf og við Acrobat Reader 7 ber til at tendra/sløkkja ymsu løgini.
Vel "Lag", trýst á +, trýst á eygað fyri at tendra/sløkkja lagið.
|