Flestu tekniforrit brúka vektorkort. Kendastu tekniforritini eru helst Autocad og MicroStation. Kostnaðurin fyri hesi forrit liggur um 40.000 - 50.000 kr. Tó finnast eisini ókeypis tekniforrit.
Grundkort
Grundkort verða gjørd eftir flogmyndum við úttekningartóli. Kortini hava ein nettleika sum liggur um 20-40 cm. Kortinnihaldið er hús, vegir, vøtn, áir, veitir, garðar, stik, girðingar, el-steyrar, brunnar, ristir, vegavmerking og mangt annað. Harumframt innihalda kortini 1 m hæddarkurvar. Á myndini niðanfyri, sæst eitt yvirlit yvir tøk grundkort.

Yvirlit yvir tøk grundkort (21. mars 2007)
Kostnaðurin (við mvg) fyri tøk teldutøk grundkort við 1 m hæddarkurvum (vektorkort) er:
Avgreiðslugjald 1800 kr.
+ 205 kr/ha innangarðs
+ 100 kr/ha uttangarðs
Har grundkort ikki eru tøk, ber til at fáa eitt tilboð upp á kortlegging

Grundkort av Leirvík
Matrikulkort
Teldutøku matrikulkortini kunnu vera digitaliseraði eftir pappírsmatrikulkortunum, men tey kunnu eisini vera uppmáld. Nettleikin er tí ógvuliga ójavnur frá 0,05 cm til 2 m. Kortinnihaldið er mark, matrikulnummør og servituttir.
Kostnaðurin fyri teldutøk matrikulkort (vektorkort) er:
Avgreiðslugjald 2000 kr. + 20 kr. fyri hvønn lutin
Viðvíkahaldsgjald 15% árligt
Viðvíkahaldsgjald 20% árligt, tá rastukort vera løgd á interneti
Tal av lutum í einstøku markatalsbygdunum sæst her

Matrikulkort av Leirvík
Matrikul- og grundkort
Teldutøk kort kunnu leggjast saman, so til ber at síggja fleiri í senn. Til dømis ber til at síggja matrikulkortið saman við húsum frá grundkortinum og 1 m hæddarkurvum. Tá grundkort og matrikulkort verður keypt samstundis, er avgreiðslugjaldið 2000 kr.
Málibløð
Málibløð vísa mát til mark, og hvussu mark er avmerkt við træpela, jarnrøri ella koparmerki. Málibløð kunnu ikki brúkast at seta mark eftir - tað ger Umhvørvisstovan. Málibløð kunnu latast í vektorsniði sum Autocad ella MicroStation fílur.
Kostnaður fyri teldutøk málibløð er:
Avgreiðslugjald: 1000 kr + 200 kr. fyri hvørt máliblað

Máliblað
|