Dálkandi virksemi kann vera ein hóttan ímóti náttúruni og til ampa ella vanda fyri fólk og fæ. Roykur, spillivatn, luktur og larmur eru dømi um útlát frá virkjum, sum kann elva til dálking ella ampar. Nátturan er ofta viðkvæm, og tí er neyðugt at fyribyrgja og avmarka dálking. Hetta er staðfest í umhvørvisverndarlógini, sum krevur, at øll serliga dálkandi virki skulu umhvørvisgóðkennast.
Serliga dálkandi virki verða góðkend av Umhvørvisstovuni.