140x140

Skip og flogfør

Í veðurlagspolitikkinum er soljóðandi mál sett fyri skip og flogfør:

Reiðarar seta sær sum mál at fremja orkuoptimering og brúka orkusparandi loysnir fyri at tryggja kappingarføri í fiskivinnuni. Framtíðar fiskivinnu-politikkur skal stuðla undir slíka menning

Fyri at fylgja gongdini hjá fiskivinnuni og flogferðsluni at fremja orkuoptimering og at brúka orkusparandi loysnir, verður útlátið av vakstrarhúsgassi frá fiskiskipum og flogførum víst á myndini niðanfyri. Ein minni oljunýtsla vil vísa seg aftur sum minking í útlátinum av vakstrarhúsgassi. 

Mynd 7 Gongdin í útláti av vakstrarhúsgassi frá skipum og flogførum árini 2005 og fram til seinastu uppgerði, roknað sum munur í prosentum í mun til útlátið í 2005.Myndin niðanfyri vísir gongdina í útlátinum av vakstrarhúsgassi frá akførum.

Les meira um útlát av vakstrarhúsgassi her.


Ynskir tú fleiri upplýsingar, so ring 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo.

Skip og flogfør