140x140

Vápn

Lóggávan
Løgtingslóg um vápn v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 81 frá 22. mai 2015. Lógin kann lesast her.

Við heimild í vápnalógini eru fylgjandi kunngerðir lýstar:
- kunngerð nr. 74 frá 28. juni 2016 um skráseting av skotvápnum, sum broytt við kunngerð nr. 92 frá 7. september 2016.
- kunngerð nr. 93 frá 7. september 2016 um vápnaprógv.

Skráseting av vápn
Øll skotvápn skulu sambært kunngerð um skráseting av skotvápnum skrásetast í eini vápnaskrá. Skrásetingin skal vera framd í seinasti lagi 1. januar 2017.

Umhvørvisstovan hevur ment eina skipan til skráseting. Tú kanst skráseta títt vápn her.

Vápnaprógv
Frá 1. januar 2017 krevst vápnaprógv.
Persónar, sum eru 18 ár ella eldri og hava staðið vápnatrygdarskeiðið, kunnu søkja um vápnaprógv.

Persónar, sum eru føddir 31. desember 1985 ella áðrenn, og sum tann 1. januar 2016 ella áðrenn lógliga áttu skotvápn, nýtast ikki at hava staðið vápnatrygdarskeið fyri at søkja um vápnaprógv.

Um tú 1. januar 2016 ella áðrenn lógliga átti skotvápn, skalt tú einans útvega tær vápnaprógv, um tú skalt nýta skotvápnið til skjóting.

Søkjast kann um vápnaprógv her.

Váttan um staðið vápnatrygdarskeið, revsiváttan, sum ikki er eldri enn 6 mánaðir, og kvittan fyri gjald skulu leggjast við umsóknini um vápnaprógv.

Fyri vápnaprógv skal rindast eitt gjald upp á 250 krónur til Umhvørvisstovuna. Goldið verður á kontu í Eik, kontunummar: 9181-0005002100, IBAN-nummar: FO4891810005002100 vísandi til vápnaprógv.

Vápnatrygdarskeið
Umhvørvisstovan góðkennir teir persónar, fyritøku og onnur, ið ætla at bjóða út vápnatrygdarskeið. Hesi eru góðkent.

Góðkendir veitarar:

  • Tórshavnar Kvøld- Ungdóms- og Listaskúli
  • MBM
  • Anton Kruse Højgaard, Klaksvík
  • Marius F. Joensen, Norðskála, tlf. 503768
  • Veiðifelagið Byrsumúli
  • Magni Blástein, Vestmanna

 

Tak niður vápnaskeiðstilfar.

 

Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Malene Egeberg Jacobsen, telefon 342400 ella us@us.fo

Skjót slóð

Skráset vápn

Vápn