140x140

Elveitingareftirlitið

Endamálið hjá Elveitingareftirlitinum er at tryggja, at elveitingin í Føroyum verður løgd til rættis við fyriliti fyri veitingartrygd, samfelagsbúskapi og umhvørvi, og stimbra nýtslu av varandi orkukeldum, tó við neyðugum atliti til veitingartrygdina.
Tað er harumframt eitt aðalendamál, at prísurin á ravmagni ikki verður hægri enn neyðugt, og at prísirnir framhaldandi skulu verða eins fyri brúkarar, uttan mun til hvar í Føroyum hesir búgva.
 

Elveitingarlógin

Elveitingareftirlit