140x140

Kort og skráir gjøld

Umhvørvisstovan veitir ymisk talgild kort. Grundgjald fyri talgild kort er 1.000 kr.

Umhvørvisstovan veitir eisini plott (A4 - A0) og skanning av myndum, les meira longur niðri á síðuni.

Prísir á talgildum kortum eru uttan mvg.

Prísir á plott og skanning eru við mvg.

 

FDS-kort (2D)

Grundgjald er 1.000 kr.

Innangarðs 40 kr/ha
Uttangarðs 1,60 kr/ha

Hetta er teldutøkt topografiskt kort (í vektorsniði) við dygd, sum innangarðs samsvarar mátinum 1:4.000 ella betri.
Bygnaður er greiður. Lendisnýtslan verður víst við litløgdum avmarkingum, og dentur er lagdur á at endurgeva stødd og legu á serliga bygningum og vegum so neyvt, sum til ber.
Kortið, ið er landsdekkandi, er serliga ætlað sum yvirlitskort og sum grundarlag fyri skrásetingum av eitt nú lendisnýtslu og bygnings- og íbúðar- viðurskiftum.

 

Myndakort (2D)

Grundgjald er 1.000 kr.

10cm 4.000 kr/km2
14cm 3.200 kr/km2
20cm 2.000 kr/km2
40cm 750 kr/km2
50cm 480 kr/km2

Hetta eru teldutøkar loftmyndir, sum eru samansettar og umgjørdar, so tær "halda mát".
Myndakortini kunnu sostatt setast saman við øðrum teldutøkum kortum, eitt nú matrikulkortinum.
Fyrimunurin við hesum kortum er fyrst og fremst hann, at tey eru so løtt at lesa. Lætt er at kenna aftur og at staðfesta lutir í kortunum, og tey eru sera væl egnaði at vísa fram.

 

Hæddarkurvar (3D)

Grundgjald er 1.000 kr.

1m kurvar 44 kr/ha
2m kurvar 20 kr/ha

1 m. hæddarkurvar eru gjørdar í somu økjum, sum teknisku grundkortini.
2 m. hæddarkurvar eru gjørdar fyra alt landið, uttan Fugloy, Svínoy og Viðoy.

 

 

Teknisk grundkort (3D)

Grundgjald er 1.000 kr.

Bygt øki 96 kr/ha
Óbygt øki 44 kr/ha

Hesi kort verða gjørd eftir flogmyndum og hava stóran neyvleika. Kortinnihaldið fevnir um bygningar, vegir, vøtn, áir, garðar o.m.a. Umleið 95% av hesum kortið eru neyv 3D dáta.

 

Matrikukort (2D)

Grundgjald er 1.000 kr.

  16 kr/lutin

Matrikulkort eru yvirlitskort, sum í smálutum vísir allar eigindómar í hvørji markatalsbygd sær. Alt landið er matrikulerað.

Fyri kommunur:
Viðlíkahaldsgjald 15% árligt.
Viðlíkahaldsgjald 20% árligt, tá rastukort vera løgd á interneti.
Tal av lutum í einstøku markatalsbygdunum sæst her.

 

 

Málibløð

Grundgjald er 1.000 kr.

Fyri hvørt máliblað 200 kr

Málibløð vísa mát til mark, og hvussu mark er avmerkt við træpela, jarnrøri ella koparmerki. Málibløð kunnu ikki brúkast at seta mark eftir - tað ger Umhvørvisstovan. Málibløð kunnu latast í vektorsniði sum Autocad ella MicroStation fílur.

 

 

Kopi, Plott og Skanning

S/H fotokopi

Stødd Breidd Longd Kostnaður
A4 210 mm 297 mm 2 kr
A3 210 mm 297 mm 6 kr
A2 210 mm 297 mm 24 kr
A1 210 mm 297 mm 48 kr
A0 210 mm 297 mm 96 kr

Avgreiðslugjald 50 kr. MVG er íroknað

 

Kostnaður fyri plott av vektorkortum

Stødd Breidd Longd Kostnaður
A4 210 mm 297 mm 30 kr
A3 210 mm 297 mm 40 kr
A2 210 mm 297 mm 300 kr
A1 210 mm 297 mm 500 kr
A0 210 mm 297 mm 800 kr

Gjørt verður vart við, at støddirnar eru pappírsstøddir, og at breddin er umleið 2 cm. Verða fleiri eins kort keypt, er prísurin 100% fyri fyrsta kortið og 50% fyri hini.

 

Kostnaður fyri plott av myndum

Stødd Breidd Longd Kostnaður
A4 210 mm 297 mm 200 kr
A3 210 mm 297 mm 300 kr
A2 210 mm 297 mm 450 kr
A1 210 mm 297 mm 700 kr

Gjørt verður vart við, at støddirnar eru pappírsstøddir, og at breddin er umleið 2 cm. Verða fleiri eins myndir keyptar, er prísurin 100% fyri fyrstu myndinaog 50% fyri hinar.

 

Kostnaður fyri skanning av myndum

Grundgjald 100 kr
Skanning (uttan eftirviðgerð) 150 kr/mynd

Til ber at skanna tilfar, sum er í mesta lagi A3 stødd. Skannast kann við í mesta lagi 800 ppi.

 

Kort og skráir gjøld