140x140

Einnýtisíløt - ársuppgerð 2017

Sølan av einnýtisíløtum er økt munandi síðani 2007 tá tey fyrstu loyvini til at selja, framleiða og innflyta einnýtisíløt vórðu givin, og liggur sølan nú um umleið 10 milliónir íløt um árið. Tað er serliga sølan av einnýtisíløtum úr plasti og metali, ið er økt, meðan sølan av einnýtisíløtum úr glasi er lutfalsliga lítil. Hóast sølan er økt nógv, hava tað í nógv ár verið lutfalsliga fleiri íløt, sum eru latin inn aftur á hvørjum ári, Í løtuni sær tó út til at hesin parturin er støðugur, t.v.s. at hann hvørki veksur ella minkar.

 

Søla av einnýtisíløtum í Føroyum, 2008-2017

  Metall Plast Glas Íalt
2008 1.129.975 815.342 634.408 2.170.725
2009 1.351.546 2.228.340 83.192 3.663.078
2010 2.015.415 2.711.466 178.947 4.905.828
2011 2.378.576 3.873.518 317.628 6.569.722
2012 3.404.886 3.841.983 361.437 7.608.306
2013 3.326.284 3.726.234 345.588 7.398.106
2014 4.059.780 5.041.751 206.225 9.307.756
2015 4.251.509 4.288.974 187.699 8.728.182
2016 4.303.047 4.583.133 254.626 9.140.806
2017 4.858.700 4.790.050 296.417 9.945.167

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Returprosent, 2007-2017

 

Seld

Latin inn

Ikki latin inn

Retur %

2007

1.233.752

404.817

828.935

33

2008

2.170.725

1.151.305

1.019.420

53

2009

3.663.078

2.468.161

1.194.917

67

2010

4.905.828

3.427.429

1.478.399

70

2011

6.569.722

5.225.657

1.344.065

80

2012

7.608.306

5.915.082

1.693.224

78

2013

7.398.106

6.154.240

1.243.866

83

2014

9.307.756

8.052.100

1.255.656

87

2015

8.728.182

7.965.048

763.134

91

2016

9.140.806

8.132.519

1.008.287

89

2017

9.945.167

8.736.065

1.209.102

88


 

Sambært kunngerðini um pant, er tað ikki álagt seljaranum at krevja pant fyri íløt, sum verða seld í sambandi við proviantering til toll- og avgjaldsfría nýtslu og sølu, og eru tølini fyri íløt, sum eru seld uttan pant tí ikki við í uppgerðini omanfyri.

Yvirlit yvir virki, sum hava loyvi at innflyta, framleiða og selja drykkir í einnýtisíløtum.
  

Ynskir tú fleiri upplýsingar um einnýtisíløt, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo.

Les meira

Um einnýtisíløt

Einnýtisíløt