140x140

Útlát av vakstrarhúsgassi frá ídnaðarligum tilgongdum

Niðanfyri sæst, hvussu útlátið av vakstrarhúsgassi frá ídnaðarligum tilgongdum hevur verið síðani støðisárið 1990. Gev gætur, at talan ikki er um útlát, sum stavar frá brenning av olju.
 

Útlát av vakstrarhúsgassi frá ídnaðarligum tilgongdum

Kelda: SEV og virki, sum innflyta kølievni (HFC-ir).


SF6 og HFC'ir eru sterk vakstrarhúsgass (eisini nevnd F-gass ella ídnaðargass), sum innihalda fluor. 


Útlát av HFC’um (serliga HFC-134a og R-404a) stavar í høvuðsheitum frá nýtslu sum kølievni í køliskipanum, eisini í bilum. Vøksturin í útlátinum seinastu trý árini, skyldast tó øktan innflutning av kølievninum R-507a, (blandingur millum HFC-143a og HFC-125) sum verður brúkt í køliskipanum umborð á fiskiskipum, ístaðin fyri HCFC-22 (freon-22, R-22), sum ikki er loyvt at innflyta longur vegna at tað er ozonoyðandi. 

SF6 verður brúkt í háspenningskipanum hjá SEV. Innflutningurin av SF6 vaks í 2014, m.a. orsakað av vindmylluútbyggingum í Húsahaga.
 

Les meira: Um vakstrarhúsgass
 

Ynskir tú fleiri upplýsingar um útlát av vakstrathúgassi, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo.

 

Ídnaðarligar tilgongdir