140x140

Útlát av vakstrarhúsgassi frá landbúnaði

Niðanfyri sæst, hvussu útlátið av vakstrarhúsgassi frá landbúnaði hevur verið síðani støðisárið 1990. Gev gætur, at talan ikki er um útlát, sum stavar frá brenning av olju.
 

Útlát av vakstrarhúsgassi frá landbúnaði

Kelda: Hagstova Føroya


Góð trý prosent av samlaða útlátinum av vakstrarhúsgassi í Føroyum stava frá landbúnaðarvirksemi.

Metan (CH4) er eitt vakstrarhúsgass, sum m.a. verður til í sodningarleiðini hjá neytum. Av tí, at talið av mjólkineytum og neytum yvirhøvur er rættiliga støðugt, er útlátið nærum tað sama hvørt ár.

Seyður og neyt, sum ganga á beiti, elva til, at láturgass (N2O), sum eisini er eitt vakstrarhúsgass, verður frígivið úr jørðini. Av tí, at talið av seyði (sum verður brúkt í uppgerðini) er tað sama ár um ár, er útlátið eisini tað.

Eisini handfaring av tøðum elvur til, at vakstrarhúsgass verða frígivin. Bæði metan og láturgass verða frígivin tá tøð verða handfarin.
 

Les meira: Um vakstrarhúsgass
 

 Ynskir tú fleiri upplýsingar um útlát av vakstrarhúsgassi, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo.

 

Landbúnaður