140x140

Útlát av vakstrarhúsgassi frá øðrum skipum

Útlátið av vakstrarhúsgassi frá "Onnur skip" fevnir um útlát frá skipum, onnur enn fiskiskip, t.d. strandfaraskipum, vaktarskipum, havrannsóknarskipum og sand- og grótbátum, sum bunkra í Føroyum.



Kelda: Hagstova Føroya. Seinast dagført: juli 2017.
 

Ein orsøk til vøksturin í útlátinum í 2016, var at havrannsóknarskip brúkti 1750 tons meira í 2016 enn í 2015.

Vøksturin í útlátinum í 2007 og 2008 skyldast økt túratal á suðuroyðarleiðini frá juni 2007 og harvið eina økta nýtslu av olju hjá Smyrli. Í 2010 brúkti Strandferðslan 850 tons minni av tungolju og 200 tons minni av diselolju. Fallið millum 2012 og 2013 skyldast minni oljunýtslu hjá Smyrli.


Les meira: Um vakstrarhúsgass

 

Ynskir tú fleiri upplýsingar um útlát av vakstrarhúsgassi, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo.

Onnur skip