140x140

Útlát av vakstrarhúsgassi frá fiskiskipum

Útlátið av vakstrarhúsgassi frá fiskiskipum fevnir um útlát frá frá brenning av olju umborð á øllum fiskiskipum, sum bunkra í Føroyum.

Olja, sum føroysk fiskiskip bunkra uttanlands telur ikki við í føroysku uppgerðini (men í uppgerðini í tí landinum, har bunkrað varð).

Um eitt útlendsk fiskiskip hinvegin bunkrar her, so telur tað við í føroysku uppgerðini, men tó einans um sølan fer fram gjøgnum føroyskt oljufelag.


Kelda: Hagstova Føroya og oljufeløgini. Seinast dagført: juli 2017.

Útlátið av vakstrarhúsgassi frá fiskiskipum var stórt sæð vaksandi árini 1993-2002. Frá 2002 og fram til 2007 var útlátið mest sum støðugt. Í 2008 var eitt munandi fall í útlátinum hjá føroyskum fiskiskipum. Høgir oljuprísir, færri skip í flotanum og minni veiðuinnsatsur vóru orsøkirnar. Í 2010 øktist útlátið frá føroysku fiskiskipunum aftur. Miðal avreiðingarprísirnir vóru í fleiri førum hægri í 2010 enn í 2009 og heildarveiðan undir Føroyum øktist út 130 túsund tonsum í 2009 til 141 túsund tons í 2010. Sølan av olju og harvið eisini útlátið av vakstrarhúsgassi øktist tí aftur munandi. 

Tá tað í 2009 varð farið at veita skipum brenniolju í Fuglafirði, vaks sølan av olju munandi, serlig til útlendsk fiskiskip, sí mynd niðanfyri.

Tá keyptu skipini á leið 95 túsund tons av olju. Føroysk fiskiskip keyptu 67 túsund tons av olju, meðan útlendsk fiskiskip keyptu 28 túsund tons. Av hesum vóru á leið 61 túsund tons gassolja og á leið 34 túsund tons tungolja. 

Niðanfyri sæst, hvussu oljusøla til fiskiskip er býtt millum føroysk og útlendsk skip, tó einans aftur til 2000-2001. Tølini skulu  takast við fyrivarni.

Tað sæst, at bunkringar hjá føroyskum fiskiskipum hava verið rættiliga støðugar inntil 2015. Í 2016 fellur sølan av olju til føroysk fiskiskip fyrstu ferð. Orsøkin er serliga, at verksmiðjuskip og nótaskip hava bunkrað minni av olju, í øllum føri her á landi.

Kelda: Hagstova Føroya og oljufeløgini. Seinast dagført: juli 2017.


Les meira: Um vakstrarhúsgass

Ynskir tú fleiri upplýsingar um útlát av vakstrarhúsgassi, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo.

Fiskiskap