140x140

Útlát av vakstrarhúsgassi frá handlum og stovnum

Útlát av vakstrarhúsgassi frá handlum og stovnum fevnir um útlát, sum stavar frá brenning av olju til upphiting í handlum, bankum, tryggingarfeløgum, kirkjum/samkomum, almennum stovnum o.l. 
 

Kelda: Hagstova Føroya. Seinast dagført: juli 2017.
 

Í 2009 fall nýtslan av olju hjá handlum og stovnum við knapt 1500 tons av olju, í mun til undanfarna ár. Tá var lýtt veður ein orsøk. Størsta orsøkin til øktu oljunýtsluna í 2010 er helst, at 2010 var kaldari enn 2009.


Les meira: Um vakstrarhúsgass
 

Ynskir tú fleiri upplýsingar um útlát av vakstrarhúsgassi, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo.

Handlar og stovnar