140x140

Útlát av vakstrarhúsgassi frá el- og hitaframleiðslu

Útlátið av vakstrarhúsgassi frá el- og hitaframleiðslu, stavar mest frá brenning av olju á el-verkum (SEV). Av tí, at orka (hiti) verður endurvunnin á báðum brennistøðunum, verður útlát av vakstrarhúsgassi frá brenning av burturkasti roknað við í útlátið frá el- og hitaframleiðslu. 

 

Kelda: Hagstova Føroya, IRF og Tórshavnar kommuna. Seinast dagført: juli 2017.
 

Niðanfyri verður komið inn á møguligar orsøkir til broytingar í útlátinum.

 

2016

Árið var turt og tí eitt vánaligt vatnorkuár. 

2015

Nýggju vindmyllurnar í Húsahaga hava verið virknar alt árið. Vatnorkupartuirn økstist 10,3 % sammett við 2014.

2014
Tað eru vindmyllurnar í Neshaga og í Húsahaga (frá á heystið 2014), útbyggingar á Eiðisverkinum og nýggi tunnilin oman fyri Norðskála og suður ímóti Selatrað, sum eru høvuðsorsøkin til øktu framleiðsluna úr varandi orkukeldum, sum aftur elvur til minni oljunýtslu og minni útlát av vakstarhúsgassi.

Framleiðslan úr vindorku øktist 58 prosent í 2014, samanborið við 2013, og elframleiðslan úr vatnorku hækkaði 34 prosent í 2014, sammett við árið fyri. Framleiðslan á oljuriknu verkunum lækkaði 16,5 prosent. (www.sev.fo, tíðindi 24-04-15).

 

2011-2013
Útlátið var á leið tað sama árini 2011-2013, og eisini tað sama sum í 2009 og 2010.
 

2010
Óvanliga lítið avfall og lítið av vindi, saman við óhappum og nógvum viðlíkahaldsarbeiði, høvdu við sær metstóra framleiðslu og oljunýtslu á termisku verkunum hjá SEV í 2010 (kelda: SEV, ársfrágreiðing 2010). Hetta bar við sær stóra øking í útlátinum av vakstrarhúsgassi.

Nøgdin av brendum burturkasti var í 2010 á sama støði sum í 2007 og 2008 (lutfalsliga lítið av burturkasti varð brent í 2009, m.a. varð brennistøðin hjá IRF umbygd í 2009). 
 

2009
Í 2009 øktist útlátið av vakstrarhúsgassi í samband við el-framleiðslu við 1%, meðan útlátið frá brenning av burturkasti minkaði 10%. Samanlagt er útlátið innan bólkin El- og hitaframleiðsla óbroytt frá 2008 til 2009.
 

2008
Orsøkin til at útlátið hjá SEV hækkaði í 2008, er at el-framleiðslan var 2,4% hægri í 2008, sam-stundis sum SEV fekk minni orku burturúr sínum varandi orkukeldum.
 

Árið 2008 var eitt turt ár við lítlum avfalli og minni vindi enn vanlig miðalár. Tí varð neyðugt at brúka meira av olju til at framleiða el.


Les meira: Um vakstrarhúsgass

Ynskir tú fleiri upplýsingar um útlát av vakstrarhúsgassi, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo.

EL- og hitaframleiðsla