140x140

Útlát av vakstrarhúsgassi frá húsarhaldum

Útlát av vakstrarhúsgassi frá húsarhaldum stavar frá brenning av olju í oljufýri. Hetta útlátið er tí eisini mynd av, hvussu nógv olju verður brend í húsarhaldum í Føroyum. Nøgdin av olju, sum verður brend er aftur tengt at veðrið og vindi. Kuldi og vindur fær fólk at skrúva upp fyri hitanum. Útlátið av vakstrarhúsgassi er størri ár har kalt er í veðrinum, sum t.d. 2010 og 2015.

Kelda: Hagstova Føroya. Seinast dagført: juli 2017.

Burtur sæð frá í kreppuárunum í 90'unum, hevur oljunýtslan hjá føroyskum húsarhaldum verið rættiliga støðug, men eisini sum heild spakuliga fallandi seinastu 10-15 árini. Árið 2010 var eitt undantak í so máta, tá nýtslan av lutfalsliga høg. Størsta orsøkin er helst, at 2010 var eitt kalt ár, har miðalhitin í Tórshavn var 6,3°C, sum er tann lægsti í langa tíð. Mált í sokallaðum graddøgum, var munurin millum úti- og innihita í miðal 15% størri í 2010 enn í 2009. Hetta hevur gjørt sítt til, at fólk hava skrúvað upp fyri hitanum. Alt annað líka, skuldi kalda veðrið í 2010 økt oljunýtsluna við 15%, men økingin var helvtina minni, sum er ein rættiliga greið ábending um, at húsarhaldini ikki í eins stóran mun brúka olju til upphiting. Millum annað hava yvir 600 húsarhald í Føroyum hitapumpu (tøl frá 2009) og seinastu árini eru eisini nógv, sum hava bjálvað hús síni betri. Alt annað líka, skuldi hitapumpur og betri bjálvað hús minka um oljunýtsluna og um útlátið av vakstrarhúsgassi. 2015 var eisini eitt kalt ár.

Graddagar og upphiting

Myndin niðanfyri vísir samanhang millum graddagatal og upphiting.


Les meira: Um vakstrarhúsgass
 

​ Ynskir tú fleiri upplýsingar um útlát av vakstrarhúsgassi, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo.

Húsarhald