140x140

Aling

Alivinnan hevur í nógv ár verið høgt raðfest tá talan er um umhvørvisvernd.

Allar alistøðir hava umhvørvisgóðkenning, sum m.a. innihalda treytir um umhvørviseftiransing (serliga at gera botnkanningar), innaneftirlit, skráseting av rakstrarupplýsingum og handfaring av burturkasti.


Alivinnan hevur ment seg munandi seinastu árini og er í dag ein vinna, sum í størri mun tekur atlit at umhvørvinum, m.a. við at øll aliøkir liggja brakk millum útseting av fiski. Einans ein árgangur av fiski gongur á hvørjum aliøki og ger hetta, at smittutrýstið ikki er so høgt. Lági sjúkutíttleikin viðførir, at munandi minni verður brúkt av heilivági og kemur tað sjálvandi eisini umhvørvinum tilgóðar. Hinvegin er nýtslan av evnum at basa laksalús øktur nógv seinnu árini. Tó eru nøkur alifeløg, sum eru farin at brúka reinsifisk ímóti laksalús, sí niðanfyri.

Rognkelsi sum reinsifiskur
Nógvar royndir verða gjørdar við at nýta rognkelsi sum lúsaátara. Framleiðslan av rognkelsum í Føroyum er ikki nokk til føroysku alivinnuna, og tí verða rognkelsi innflutt úr Íslandi. Vitanin um at nýta rognkelsi, og hvørja  ávirkan tað kann hava á umhvørvið er enn avmarkað. Í løtuni verður kannað um genetiskur munur er á føroyskum og íslendskum rognkelsum.

Rognkelsi verða sett út saman við laksinum. Enn er lítil vitan um, hvussu rognkelsini fara at trívast og vaksa í ringunum. Í treytunum, sum Umhvørvisstovan setir fyri at brúka rognkelsi, er serligur dentur lagdur á, at feløgini skráseta tal og felli, og tryggja, at rognkelsini ikki sleppa úr ringunum. Um nýggj vitan kemur fram um neiliga ávirkan av rognkelsum, kann Umhvørvisstovan herða treytirnar ella nokta fyri, at rognkelsi verða sett út.

Vilt tú vita meira, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo

Eftirlit

Les nærri her

 

Aling