140x140

Ozonoyðandi evni

Ozonoyðandi evni kunnu, sum navnið sipar til, oyða ozonlagið. 

Ozonlagið, sum er á leið 10 km frá jørðini, verjir jørðina móti skaðiligum strálum frá sólini. Tá minni er til av ozoni, gerst ozonlagið tynnri og sagt verður, at "hol" er í ozonlagnum. Jú tynri ozonlagið er, jú fleiri skaðiligar strálur koma tá niður á jørðina. Skaðiligu strálurnar kunnu elva til krabbamein í húðini og tálma vøkstri av plantum og algum.

Nógv ymisk ozonoyðandi evni eru til. Í Føroyum hevur nýtslan av ozonoyðandi evnum mest fevnt um nýtslu av kølievnunum CFC og HCFC (freon) og av eldsløkkievninum halón.

CFC og HCFC (freon)

Millum mest brúktu ozonoyðandi evni í Føroyum gjøgnum tíðirnar eru kølievnini av CFC og HCFC slagnum. T.d. varð CFC-112 nógv brúkt sum kølievni í køliskápum og øðrum køliskipanum. CFC'ir hava stóra ozonoyðandi megi, og tí samdust heimsins lond tíðiliga um at steðga nýtsluni. Eingin vinnulig nýtsla av CFC-um er longur Føroyum.

Í staðin fyri CFC-ini komu HCFC-ini, sum eisini virka oyðandi á ozonlagið, tó í nógv minni mun. HCFC-22 er kølievni, sum enn verður brúkt í frystskipanum umborð á fiskiskipum og fyri ein part eisini á landi. HCFC-22 verður vanliga nevnt freon-22 ella R-22. Síðani 31. desember 2014 hevur ikki longur verið loyvt at innflyta R-22.

Halón

Halón er eitt sera virkið eldsløkkingarevni, sum í nógv ár hevur verið brúkt á landi og umborð á skipum. Ikki er loyvi at brúka halon umborð á nýggjum skipum. Nógv smærri, eldri fiskiskip brúka enn halón sum eldsløkkievni. 

Skip, sum enn sigla við halón eldsløkkiskipan, skulu innan árslok 2013 hava skift yvir til aðra eldsløkkiskipan. Sambært altjóða reglum (Montreal- protokollini) skuldi øll framleiðsla og nýtsla av halóni steðga í 1994 (í ídnaðarlondum).

Í føroysku reglunum um ozonoyðandi evni er ásett, at eldsløkkiskipanir, eldsløkkjarar og aðrar vørur og útbúnaður, sum innihalda halón skulu vera tikin úr nýtslu innan 31. desember 2013. Reiðarar, sum ikki hava fylgt hesari reglu, fáa í 2015 ásetta endaliga freist fyri at taka halón skipanina umborð skipum sínum niður.

Í oktober 2012 fingu reiðarí og viðkomandi feløg bræv frá Umhvørvisstovuni og Sjóvinnustýrinum, har mint varð á, at halón eldsløkkiskipanir skulu skiftast út innan 1. januar 2014. Les brævið her. Til endamálið varð ein vegleiðing um niðurtøku av eldsløkkiskipanum við halóni gjørd. Hana skulu reiðarar og virkini, sum av Sjóvinnustýrinum eru løgggildað at arbeiða við halón, fylgja. Her er listi hjá Sjóvinnustýrinum yvir virki, sum eru løgggildað at arbeiða við halón

Innflutningur ólógligur uttan loyvi frá Umhvørvisstovuni

Kunngerðin um ozonoyðandi evni setur forboð at innflyta og brúka ozonoyðandi evnum.

Fram til 31. des. 2014 var tó loyvt at innflyta og brúka endurvirkað (regenererað) HCFC-22 (R-22). Hetta undantak er nú farið úr gildið. So nú er fullkomið bann at innflyta ozonoyðandi evni til Føroyar.

Kunngerðin loyvir tó Umhvørvisstovuni í serligum føri at veita undantøk frá forboðnum. Vendið tykkum til Umhvørvisstovuna í slíkum føri.

Altjóða reglur um ozonoyðandi evni

Kunngerðini um ozonoyðandi evni setir altjóða reglur í gildið í føroyska lóggávu. Talan er um ásetingar í Montreal protokollini (um evni, sum bróta niður ozonlagið) um ásetingar í MARPOL sáttmálanum (anneks VI, ið er um luftdálking frá skipum).

 

Vilt tú vita meira um útlát av ozonoyðandi evnum í Føroyum, so ring til Mariu Gunnleivsdóttir Hansen á Umhvørvisstovuni, tlf 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo.

Ozonoyðandi evni