140x140

Miðdepilin í Føroyum

Um eitt net av punktum, sum er 1 km x 1 km verður lagt yvir Føroyar (mynd 1), ber til at finna miðdepilin, við at taka miðal av øllum koordinatum. Jú tættari tað er millum punktini, tess neyvari kann mittpunktið fastleggjast. Við tekniforritum ber til at finna hetta mittpunkt soleiðis, at tað er óendaliga tætt millum netpunktini.

Koordinatarnir til mittpunktið, sum er avmerkt við einum fixpunkti eru í WGS84

Fixpunkt nr. Latitude (breidd) Longitude (longd) Hædd
52056 62°04,145' N 6°53,554' W 346,03 m


Mynd 1: Net av 1 km x 1 km punktum yvir Føroyar.

Á mynd 2 sæst, at hetta punkt er umleið 1 km eystanfyri Kalbaksbotn og umleið 9 km frá Tórshavn.

Rættari hevði sostætt verið at sungið: "Kaldbaksbotnur, tú Føroyalands miðstøða var,......."

Mynd 2: Miðdepilin í Føroyum. Radius á sirklunum eru 1 km og 10 km.

Í útrokningunum av miðdeplinum, er ikki roknað við hæddum.

Á mynd 3 sæst at miðdepilin liggur í umleið 350 m hædd.

Mynd 3: Grøni pílurin vísur miðdepilin. 1 km er millum strikurnar á koordinatnetinum á kortinum, sum Kort- og Matrikelstyrelsen eigur.

Myndir frá gongutúri til mittpunktið

Mánakvøldið 6.aug. 2001, varð farið ein gongutúr at finna og avmerkja mittpunktið í Føroyum. Av Oyggjarveginum við Mannafeldsdal, tekur tað umleið 1 tíma at ganga til mittpunktið.

Mittpunktið sæð frá Norðradalsskarði


Mittpunktið er funnið og verður uppmált við GPS.


Mittpunktið og landmálararnir Stein Fossá, Petur Nielsen og Ólavur Clementsen.

Pláta sett í mittpunktið

Á jóansøku, tann 24. juni 2005, fóru fólk á Matrikulstovuni útferð til Miðdepil Føroya. Við sær høvdu tey eina plátu, sum bleiv fest í punktið.

Her eru myndir frá ferðini:

Sørin og Stein bora hol


Svanna og Beinta múra


Leivur setir plátuna í steinin


Tóra festir plátuna


Sørin múrar


... og so er plátan fest og liðug


Beinta, Sørin, Stein, Tóra, Leivur, Svanna og Miðdepil Føroya


Miðdepilin í Føroyum