140x140

Útlát av vakstrarhúsgassi, býtt millum brúkarar

Í 2016 stavaðu á leið 91% av samlaða útlátinum av vakstrarhúsgassi frá brenning av olju og burturkasti. Jú meira verður brent, jú størri er útlátið. 

Útlátið, sum stavar frá brenning, verður skipað í nýggju bólkar: húsarhald, handlar/stovnar, el- og hitaframleiðsla, ídnaður, leitiboring, akfør, flogferðsla, fiskiskip og onnur skip. Útlátið frá hesum bólkum frá 1990 og fram til seinastu uppgerð, sæst niðanfyri. 

MYND: Gongdin í útláti av vakstrarhúsgassi hjá brúkara¬bólkum, tíðarskeiðið 1990-2016. Útlát frá útlendskum fiskiskipum er ikki við fyri 1990-2000

 

Útlát av vakstrarhúsgassi, skipað eftir brúkarabólkum

Sirkulmyndin vísir, hvussu stórt útlátið í hvørjum einstakum bólki er í mun til samlaða útlátið av vakstrarhúsgassi í Føroyum.

MYND: Útlát av vakstrarhúsgassi frá brúki av brennievni í 2016 (prosent av útlátinum í CO2 eindum). Teir átta brúkarabólkarnir, sum nýta brennievni eru í litum. Landbúnaður og ídnaðarligar tilgongdir eru litleysar.

 

Les meira um útlát frá teimum einstøku brúkarabólkunum, við á trýsta á leinkjur ovast til høgru.
 

Les meira: Um vakstrarhúsgass

Vilt tú vita meira, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo

Fleiri útlátstøl

Brenning av olju o.a.


Landbúnaður


Ídnaðarligar tilgongdir

 

Allir bólkar