140x140

Adressuarbeiði

Sambært adressulógini (§10) skuldu allar kommunur, innan tann 7. mars 2005, geva allar tillutaðar adressur upp til góðkenningar og skrásetingar í landsadressuskránni. Her er eitt yvirlit sum vísir nær adressurnar  í ymsu bygdunum vórðu góðkendar (trýst her).

Landsadressuskráin verður umsitin av Umhvørvisstovuni (Adressukunngerðin §9).

Navn Stødd
Adressuáliti 250 kb
Vegleiðandi mannagangd 240 kb
Adressulógin  
Adressukunngerðin  
Staðarnavnareglugerðin  
Talmerking av adressum og uppískoytum 249 kb
Fastsættelse af adresser - Vejledning  
INSPIRE Data Specifications on Addresses 5 MB

 

Góðkenning og skráseting av adressum í landsadressuskránni

Tá kommunan hevur gjørt uppskot til veganøvn og húsanr., eigur uppskotið at verða sent Umhvørvisstovuni, soleiðis at møguligar rættingar kunnu gerast, áðrenn farið verður undir at gera og seta upp skelti. Best er, um uppskotið verður sent í teldutøkum sniði. Uppskot skulu sendast til us@us.fo.

Tá adressurnar eru góðkendar, verða tær lagdar á heimasíðuna hjá Umhvørvisstovuni til almenna nýtslu.

Tá adressur skulu góðkennast, verður dentur lagdur á, at ávísar meginreglur eru fylgdar (sí talvu niðanfyri), soleiðis at nøkulunda somu reglur verða brúktar í øllum landinum. Til dømis hevði tað verið óheppið, um líkatøl ikki vóru høgrumegin allastaðni.

Umhvørvisstovan hyggur ikki eftir, hvat navn verður givið og um stavsetingin er røtt. Mælt verður tí til, at kommunan setir seg í samband við málkøn fólk ella Málstovuna.

Verið sparin við veganøvnum – oyðslið heldur við húsanr.

  • fleiri veganøvn – verri at finna vegin
  • færri veganøvn – lættari at minnast, serliga hjá teimum, sum koyra um alt landið
  • er vegurin funnin, er lætt at finna húsið, tí húsanr. eru logisk
  • at koma skjótt á staðið, kann bjarga mannalívum og húsi, sum eldur er í

Høvuðsendamálið við at hava adressur er, at tað skal vera lætt og skjótt at finna vegin fram. Hetta hevur stóran týdning í einum væl skipaðum landi. Her kann nevnast sjúkrabilur, brandbilur, politi, men eisini lækni, hýruvognar og vanlig fólk. Høvuðsendamálið er sostatt ikki at varðveita gomul staðanøvn - hetta kemur í aðru røð.

Ein vegur eigur tí so vítt møguligt bert at hava eitt navn og ikki at skifta navn eftir býlingunum, vegurin gongur ígjøgnum.

Dømi um óhepna navngeving í Tórshavn: "á Frælsinum - Mattalág - J.Paturssonargøta - Niels Winters gøta - Steinatún - Bøkjarabrekka" . Lættari hevði verið, um tað bert var eitt navn.
Orsøkin, at júst hesin vegur hevur fleiri nøvn er, at vegurin ikki altíð hevur verið samanhangandi. Kommunur, sum nú áseta gøtunøvn, eiga í slíkum føri bert at brúka eitt navn.

Gomul býlingsheiti og húsanøvn

Tað hevði verið stórt spell, um gomul býlingsheiti, staðanøvn og húsanøvn hvurvu orsakað av adressunum. Hetta hevur ongantíð verið meiningin, og tí er í landsadressuskránni gjørt pláss fyri skráseting av býlings- og húsanøvnum.

Kommunur, sum ynskja at varðveita býlings- og staðanøvn, eiga at tekna øki á adressukortið. Hesi verða so eisini skrásett í landsadressuskránni.

Sama ger seg galdandi fyri húsanøvn.

Dømi um býlings- og húsanøvn í Hvalba: Við Neyst, við Toftir og Undir Økslini eru dømi um býlingar. Í Leirum, sum prestagarðurin í Hvalba nevnist, er dømi um húsanavn, sum til ber at skráseta í landsadressuskránni

 

Vilt tú vita meira, so send ein teldupost til Stein Fossá á Umhvørvisstovuni - SteinF@us.fo.

Adressuarbeiði