140x140

K-skipanir og EPSG kodur

Í Føroyum verða hesar k-skipanir nýttar. K-skipanirnar hava hesar EPSG kodur.

 

Projekteraðar k-skipanir EPSG Dømi X Dømi Y
ETRS 1989 UTM Zone 29N 25829 604.742,68 6.875.794,50
European Datum 1950 UTM Zone 29N 23029 604.851,25 6.876.034,35
FOTM - ETRS 1989 Faroe TM 5316 200.000,00 876.910,29
fk89, Faroe 1989   -594.919,90 701.535,26
       
Geografiskar k-skipanir EPSG Dømi X Dømi Y
ETRS 1989 4258 -7,000000 62,000000
European Datum 1950 4230 -6,997985 62,000640
FD 1954 4741 -6,994427 61,999204
fk89 4753    

 

Í døminum verður sama positión víst í ymiskum k-skipanum.

 

Um FK89 verður brúkt, kunnu hesir parametrar brúkast. Feilurin er 10 cm í Tórshavn, men økist tess longri fjarstøðan er frá Tórshavn. Í Klaksvík 1 metur, Tvøroyri 2 metrar og í Akrabergi er feilurin 2½ metur!

 

Projection: Lambert_Conformal_Conic
False_Easting: -699705,574
False_Northing: 699920,349
Central_Meridian: -9,0
Standard_Parallel_1: 62,0
Standard_Parallel_2: 62,0
Scale_Factor: 1,0
Latitude_Of_Origin: 62,0
Linear Unit: Meter (1,0)
 
Geographic Coordinate System: GCS_fk89
Angular Unit: Degree (0,0174532925199433)
Prime Meridian: Greenwich (0,0)
Datum: D_fk89
  Spheroid: International_1924
    Semimajor Axis: 6378388,0
    Semiminor Axis: 6356911,946127947
    Inverse Flattening: 297,0

 

 

FOTM og FVR09

Endamálið við innføring av FOTM er at fáa eina kortskipan, sum byggir á altjóða standardar og tí kann brúkast í uppmátingartólum og kortforritum uttan sertillagingar. Samstundis er skipanin so háttað, at hon við fyrimuni kann brúkast í Føroyum til neyvar uppmátingar, tí talan er um lítla skalabroyting.
FVR09 er ein nýggj og neyv hæddarskipan, sum byggir á nýggjar vatnstøðumátingar, tyngdarmátingar og nivellement. Við hesi skipan, er munandi betri samsvar millum hæddarpunktini í landinum.

Um FOTM

FOTM er stytting fyri kortprojektiónina FOroyar Transversal Mercator. Eisini sæst heiti Faroe TM.
Kortprojektiónin ber altjóða heiti EPSG::5316 og á http://www.epsg-registry.org/ ber til at síggja parametrararnar, sum galda fyri projektiónina.
 

Um FVR09

FVR09 er stytting fyri Faroe Islands Vertical Reference 2009. Av tí at munur upp í ½ m kann vera millum gamlar hæddir (Z89) og nýggjar í FVR09, er sera umráðandi altíð at brúka FVR09 hæddir, tá arbeitt verður í FOTM.
Hæddarskipanin ber altjóða heiti EPSG::5317 og á http://www.epsg-registry.org/ ber til at síggja meira um hæddarskipanina.
FOTM + FVR09 hevur altjóða heiti EPSG::5318.

Uppmáting av fixpunktum

Viku 40/2008 fixpunkt

Í viku 40/2008 blivu 4 fixpunkt kring landið gps-máld í eina samfulla viku dag og nátt. Samstundis blivu líknandi fixpunkt kring alt Europa máld, og á tann hátt er í dag neyvt tilknýti millum øll hesi fixpunkt. Nevndu 4 fixpunkt eru í Klaksvík, á flogvøllinum, í Ørðavík og í Tórshavn (reyðir prikkar á myndini). Hesi 4 fixpunkt eru grundarlagið, sum øll onnur fixpunkt byggja á. Útrokningarnar av hesum 4 punktum eru gjørdar av KMS og ymsum Universitetum í Europa. 

10 km fixpunktsnet

Í tíðarskeiðinum 2009-2012 blivu 28 fixpunkt kring landið uppmáld (grønir prikkar á myndini). Uppstilling er gjørd í hvørjum punkti minst 2 ferðir í minst 6 – 8 tímar hvørjaferð. 4 gps’arar eru brúktir til samstundis mátingar og hesar eru sendar KMS, sum hevur gjørt útrokningarnar. Absolutti neyvleikin á 10 km fixpunktunum liggur um 0 – 5 mm.

Eldri uppmátingar

KMS hevur nógvar gamlar uppmátingar at fixpunktum, í høvuðsheitum  triangulatiónsmátingar. Hesar uppmátingar eru umroknaðar til nýggju skipanina har 10 km fixpunktini (og 16 supplerandi gps máld fixpunkt) eru fasthildin. Talan er um í alt 709 fixpunkt. Miðalfeilurin á hesum fixpunktum liggur um 3 cm.

Tetting av 10 km fixpunktsneti

Á sumri 2014 vóru 92 fixpunkt uppmáld við 3 gps’arum kring landið. Punktini vóru vald soleiðis, at minst 1 fixpunkt nú finst í hvørji bygd. Nærmastu tvey 10 km fixpunkt eru fasthildin og hvørt fixpunkt er mált í minst 18 min. Neyvleikin á hesum punktum liggur um 5 – 10 mm.

Hvussu neyv er statisk gps uppmáting?

Umhvørvisstovan hevur hugt nærri at uppmátingunum, sum vóru gjørdar á sumri 2014. Fyri at meta um neyvleikan av statiskum gps uppmátingum, eru fixpunktini eisini roknaði, har bert permanenta basan ARGI á Umhvørvisstovuni er fasthildin.

Av 83 mátingum, sum eru máld í 20 min., fingu 5 ikki eina fixaða loysn og tí vóru hesi punkt tikin burturúr. Fyri hini 78 fixpunktini er galdandi:

 20 min. frá ARGI

XY

Hædd

Miðalfeilur

1 cm

2 cm

Max. feilur

3 cm

10 cm

 

Myndin omanfyri vísir neyvleikan á statiskari uppmáting í 20 min. X-ásin er fjarstøða frá basustøðini í km og Y-ásin vísir feilin í metrum. Bláu prikkarnir vísa plana (xy) avvikið í longd frá røttum virði (og er tí altíð positivt). Reyðu prikkarnir vísa hæddarfeil við fortekni.

Niðurstøðan er, at til ber, við statiskum mátingum í 20 min. at fáa neyvleikar í øllum landinum sum liggja um 1 cm í xy og 2 cm í hædd, um permanenta støðin ARGI verður brúkt sum basa. Tó má havast í huga, at um mált verður á henda hátt, eru ongi “yvirbestemmilsir”.

 

 Vilt tú vita meira, so send ein teldupost til Stein Fossá á Umhvørvisstovuni - SteinF@us.fo.

K-skipanir