140x140

Vakstrarhúsgass

Útlátið av vakstrarhúsgassi í Føroyum stavar frá trimum høvuðskeldum: 

  • Orku
  • Landbúnaði
  • Ídnaðarligum tilgongdum

Í 2017 stavaðu á leið 91 % av samlaða útlátinum av vakstrarhúsgassi í Føroyum frá orku, t.v.s. brenning av olju (og burturkasti).

Á leið 3 % av útlátinum stavaðu frá landbúnaði, serliga neytahaldi, men eisini frá djórum, sum ganga á beiti og frá handfaring av tøðum.

Herumframt stavaðu á leið 6 % av samlaða útlátinum av vakstrarhúsgassi frá ídnaðarligum tilgongdum t.v.s. nýtslu av sterkum vakstrarhúsgassi, serliga HFC kølievnum, men eisini SF6.

Samlað útlát av vakstrarhúsgassi, 1990-2017.

Keldur: Hagstova Føroya, IRF, Tórshavnar kommuna, SEV, Atlantic Airways, kølivirki og oljufeløg, sum leitibora í Føroyum

Nærri lýsingar um útláti finnur tú við at trýsta á leinkjurnar í høgra teigi.
 

Les meira

Ynskir tú fleiri upplýsingar um útlát av vakstrarhúsgassi, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400 ella send okkum ein teldupost us@us.fo.

Vakstrarhúsgass