140x140

Rotta

Rottan er ein trupulleiki, bæði heilsuliga og umhvørvisliga. Hon kann elva til lívshættisliga smittu hjá fólki. 

Harafturat er rottan ein stór hóttan, serliga móti fugli. Tíverri er rotta nógvastaðni í Føroyum, men enn hava vit sjey oyggjar, har rotta ikki er staðfest. Tað er av stórum týdningi at fyribyrgja, at rotta kemur í rottufríar oyggjar. Kemur rotta út í rottufríar oyggjar, her verður serliga hugsað um Nólsoy, Mykines og Skúvoy, fer tað at hava stórar avleiðingar fyri fuglastovnar har. Rotta legst á fuglareiður og kann hon soleiðis oyða stovnar. 

Búnaðarstovan hevur eftirlit við, at rottuoyðing í Føroyum fer fram á rættan hátt. Les meira á heimasíðuni hjá Búnaðarstovuni. 
 

Vilt tú vita meira, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo

Rotta