140x140

Fiskur

Hvussu nógv kyksilvur er í fiskinum undir Føroyum?

 

Kanningarnar tey seinastu 10 árini, benda á eitt lágt støðugt innihald av kyksilvuri í toski á uml. 0,03 mg/kg (mynd 1). Hetta er væl lægri enn 0,5 mg/kg, sum er markið, fyri hvussu nógv kyksilvur má verða í fiski.

Mynd 1 Miðal innihaldið av kyksilvuri í toski minnið enn 70 cm frá føroyska landgrunninum síðani 1979. Markvirðið sum fyri Hg í fiski (ES Reg. 1881/2006, sum nú er lýst í Føroyum við kunngerð 147 frá 1.des 2009) er víst við reyðum.

Áðrenn 1994 vóru kanningarnar gjørdar í saltfiski, meðan tey nýggjaru tølini eru av feskum flaki. Úrslitini áðrenn 1994 eru tískil umroknað fyri at kunna samanberast við innihaldið í ósaltaðum flaki. Hetta er gjørt við at býta úrslitini við 2, av tí at flakið missur umleið helvtina av vektini, tá tað verður saltað.

Ofta sæst, at kyksilvurinnihaldið hevur lyndi til at vaksa við aldrinum og harvið longdini hjá fiski, tó at tað ikki nýtist at vera ein týðiligur samanhangur (mynd 2). Um tølini fyri ymisk ár skulu samanberast, er tó best um kannaði fiskurin hevur á leið somu stødd.

Mynd 2 Samanhangur millum innihaldið av kyksilvuri í flakinum og longdina á toski av landgrunninum frá 1979-2010.

Áðrenn 1994 vóru kanningarnar gjørdar í saltfiski, meðan tey nýggjaru tølini eru av feskum flaki. Úrslitini áðrenn 1994 eru tískil umroknað fyri at kunna samanberast við innihaldið í ósaltaðum flaki. Hetta er gjørt við at býta úrslitini við 2, av tí at flakið missur umleið helvtina av vektini, tá tað verður saltað.
 

Hóast miðalinnihaldið av kyksilvuri í toski er væl undir markvirðinum, so liggja summi einstøk virði væl hægri enn miðaltalið, tó at eingi fara upp um markviðrið hjá ES og okkara heimamarknaði. Tey nýggjaru tølini frá 1994 til 2007, eru tó øll lág (liggja undir 0.15 mg/kg), meðan tey hægru virðini eru funnin í fiskasýnum frá áðrenn 1994.

Kannaðu fiskasløgini eru fyri tað mesta toskur og onnur matfiskasløg, men eisini onnur fiskasløg, verða kannað. Stórur munur er á innihaldinum av kyksilvuri í ymiskum sløgum av fiski (mynd 3). 
 

Mynd 3 Kyksilvurinnihald í ymiskum fiskasløgum undir Føroyum. Fiskurin er kannaður ymisk ár og ymiskt er hvussu stórt tal (n) av fiski er kannað í hvørjum føri.

Toskur, 2003 (n=15); Hýsa, 2001 (n=25); Sandsprøka, 1996 (n=101); Hvassasprek, 1996 (n=34); Svartkalvi, 1999 (n=25); Laksur (2003); Síl (2003); Kalvi, 2002 (n=10); Búrfiskur, 1993 (n=6); Kongafiskur, 1994 (n=25); Tunfiskur,  1997 (n=1).
 

Markvirði fyri kyksilvuri í fiski eru ymisk fyri ymisk sløg av fiski, og tí eru tvær grønar linjur í myndini, sum báðar vísa markvirðir; eitt markvirði fyri stóran ránsfisk (m.a. kalva, búrfisk, kongafisk og tunfisk) og eitt lægri fyri annan fisk, sum toskafisk,og alifisk.

 

Av teimum kannaðu fiskunum eru kalvi, búrfiskur, kongafiskur og tunfiskur stórir ránsfiskar, sum liva leingi og tískil ofta innihalda meiri kyksilvur enn aðrir. Sum tað sæst á mynd 3, er kyksilvur innihaldið í summum av hesum fiskasløgunum væl hægri enn í t.d. toski, men hesir eru umfataðir av einum øðrum markvirði enn aðrir fiskar og kunnu innihalda 1.0 mg kyksilvur/kg av fiski. Sostatt hava eingi av teimum kannaðu fiskasløgunum eitt miðal kyksilvur innihald, sum er farið upp um markvirðið.

PCB og onnur lívrunnin eiturevni í fiski

Hvussu nógv PCB og onnur lívrunnin eiturevni eru í fiskinum undir Føroyum?

Í soltnum fiskasløgum so sum toski, hevur flakið eitt lágt fitiinnihald, og eftirsum at lívrunnin eiturevni upphópast í fita, inniheldur flakið sera lítlar nøgdir av hesum evnum. Tað ber tískil ikki so væl til at kanna innihaldið av hesum evnum beinleiðis í flakinum, men heldur kunnu kanningarnar gerast í livrini, sum inniheldur meira fita serliga hjá toski.

Fyri at vita, hvussu stórt innihaldið av lívrunnum eiturevnum er í flakinum, kann ein meting síðani gerast við at falda tað mátaða innihaldið í livurfitanum við fitiprosentið í flakinum, við tað at gingið verður út frá, at konsentratiónin av dálkingarevninum í fitanum er tann sama, um hon verður mátað í livrini ella aðrastaðni í fiskinum, tá ið roknað verður við fiti-javnaðum tølum.

 

PCB
Kanningarnar sum eru gjørdar av toskalivur vísa eitt innihald av CB153, sum liggur ímillum uml. 10 og 40 µg/kg og sær út til hvørki at vera vaksandi ella minkandi, men er á leið á sama støði sum í byrjanini av 1990-unum (Mynd 4). 

Mynd 4 Miðal innihaldið av CB 153 í livur frá toski av føroyska landgrunninum.

 

ES hevur bert markvirði fyri tey sokallaðu dioksin-líknandi PCB-ini. Tey PCB-ini, sum vanliga verða kannað í toski, eru ikki dioksin-líknandi, og sostatt er einki markvirði í ES fyri hesi evnini. CONTAM bólkurin undir European Food Safety Authority (EFSA) hevur tó skotið upp, at markvirðið fyri samlaða innihaldið av 6 PCB-um (CB 28, 52, 101, 138, 153 og 180) eigur at vera 200 ng/g livur. Um hetta verður lógarkrav í ES er innihaldið av PCB í toskinum undir Føroyum væl undir markvirðið (Mynd 5).

Mynd 5 Miðal innihaldið av PCB 6 í toski frá føroyska landgrunninum.
PCB 6: CB 28, 52, 101, 138, 153 og 180.

 

Stórur munur er á innihaldinum av PCB í ymiskum sløgum av fiski (Mynd 6). Ymiskt er tó, hvussu nógvan fita livurin á teimum ymisku fiskasløgunum inniheldur, og sannlíkt er at størri fitiinnihald í livrini, tess meiri av lívrunnum dálkingarevnum verður upphópa í henni. Tó kann munurin á fitiinnihaldinum ikki forklára allan munin á innihaldinum í teimum ymisku fiskasløgunum.

Mynd 6 PCB innihald í ymiskum fiskasløgum undir Føroyum. Fiskurin er kannaður ymisk ár og ymiskt er hvussu stórt tal (n) av fiski er kannað í hvørjum føri:

Toskur, 2005 (n=27, harav 15 einkultsýni, restin í tveimum blandsýnum á 6 ind.); Sandsprøka, 1996 (n=154, í 5 blandsýnum); Hvassasprek, 1996 (n=55, í tveimum blandsýnum); Ulka, 1999-2004 (n=115, harav 30 einkultsýnir, restin sum 25 blandsýni á 2-7 ind.); Kongafiskur, 1994 (n=25, í 5 blandsýnum á 5 ind.); Longa, 1995 (n=23, í 5 blandsýnum á 3-5 ind.); Brosma,1995 (n=15, í trimum blandsýnum á 5 ind.); Gulllaksur, 1995 (n=25, í 5 blandsýnum á 5 ind.).

 

Onnur lívrunnin eiturevni
Innihaldið av DDT (Mynd 7) og HCB (Mynd 8) eru eisini lág og DDT sær út til at verða minkandi í toski, meðan HCB sær út til hvørki at vaksa ella minka.

Mynd 7 Miðal innihaldið av p,p’-DDE í toski frá føroyska landgrunninum.
p,p’-DDE er umleið 80-90% av samlaða DDT innihaldinum.

 

Mynd 8 Miðal innihaldið av HCB í toski frá føroyska landgrunninum.

 

Einki markvirði er heldur fyri onnur lívrunnin eiturevni so sum DDT og HCB.

 

Vilt tú vita meira um kanningar av dálking í fiski, so set teg í samband við Mariu Dam, tlf 234370, MariaD@us.fo ella Katrin Hoydal, tlf 234371, KatrinH@us.fo

Fiskur