140x140

Nevndararbeiðið

Í Løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 81 frá 25. mai 2009, stendur m.a.:

Í nevndini sita fimm limir, har av Landsstýrismaðurin velur teir tríggjar og í millum teir formannin, sum skal vera løgfrøðingur. Tveir limir skulu vera byggikønir.  Føroya Kommunufelag velur annan og Kommunusamskipanin hin.
Landsstýrismaðurin kann biðja býarskipanarnevndina um ummæli  í sambandi við viðgerðina av uppskotum til býarskipanir og byggisamtyktir og broytingar í hesum.
Tann kommuna, sum hevur serligan áhuga fyri máli, ið nevndin hevur til viðgerðar, hevur rætt til at senda umboðsmann, ið kann greiða nevndini frá sjónarmiðum kommunnunar.

Í praksis fær nevndin øll mál til ummælis, sum send verða Innlendismálaráðnum til góðkenningar samb. § 4 í býarskipanarlógini um byggisamtyktir.  § 1 um býarskipanir er enn ongantíð brúkt.
Nógv tey flestu málini snúgva seg um størri og smærri broytingar í verandi byggisamtyktum.  Endurskoðaðir planir koma fyri, men nú lógarkrav er, at byggisamtyktirnar skulu endurskoðast 5. hvørt ár, verða tær eyðvitað fleiri í tali.  Tað er eisini lógarkravt, at allar kommunur og allar bygdir skulu hava byggisamtykt, men heilt á mál eru vit ikki komin enn í so máta.

So er tað tær serstøku byggisamtyktirnar - fyri avmarkaði øki og/ella evni - ið síggjast oftari og oftari. 

Nevndin

 Navn

 Uppnevnan

Jóanna Djurhuus, form.
varalimur: Herborg Sloan

Innlendismálaráðið
Óli Johansen
varalimur:   
Innlendismálaráðið
Meduna Dalsgaard
varalimur: Armgarð Steinholm
Innlendismálaráðið
Jógvan K. Mørkøre
varalimur: Hildur Vestergaard
Føroya Kommunufelag

Eliesar Kastalag
varalimur: Rókur Tummasarson

Kommunusamskipan Føroya

skrivari: Suni Petersen 

Umhvørvisstovan

 

Um nevndina