140x140

Matrikulering

Í dag er øll matrikulering av Føroyum liðug, men fyrr var matrikulering ein stórur partur av arbeiðinum á Matrikulstovuni.

Matrikulering av Føroyum fór fram í tíðini 1962 -1997. Á hjálagda yvirliti sæst, nær einstøku bygdirnar vóru liðugt matrikuleraðar (trýst her).

Í matrikuleringslógini (lóg nr. 64 frá 11. des. 1962) er álagt Matrikulstovuni, "at gera fullfíggjaða matrikulering av øllum føstum eigindómum í Føroyum".

Hetta er ein skráseting av eigaraviðurskiftunum til jørðina, t.v.s. hvør, ið eigur, hvar eigindómurin liggur, hvør, ið hevur rættindi í honum, og hvørji hesi rættindi eru. Ein eigindómur verður í lógini lýstur sum "øll jørð innan og uttangarðs við lutum og lunnindum hjá sama eigara í somu markatalsbygd, um jørðin ikki skilliga hoyrir til ymisk brúk".

Fyri hvørja markatalsbygd varð gjørdur serstakur matrikul, og til hvønn av hesum matrikulkort, sum staðfesti hvønn fastan eigindóm við at vísa, hvussu teir einstøku lutir og felagslutir lógu hvør til annan í markini.

Bróðurparturin av matrikulkortunum vórðu teknaði í støddini 1:1000, hvat viðvíkur innangarðs jørðini. Uttangarðs vórðu minni kortstøddir nýttar, sum oftast l:20.000.

Tá farið  varð undir matrikulering av eini bygd (markatalsbygd), vórðu eigarar og aðrir, ið høvdu rættindi í føstum eigindómi í bygdini, boðaðir "at koma og vísa á eigindóm sín ella geva upp rættindi síni".

Sjálv skrásetingin av markunum fór fram á ávísingarmyndum. Markini fylgdu oftani gørðum, veitum, bakkum o.ø., ið sæst á myndunum, og tí bar til at staðfesta markini beinleiðis á hesum. Men ikki altíð var hetta so, og vit gjørdu tí í vissan mun uppmálingar á staðnum, eisini av bygningum og øðrum, ið var yngri enn myndirnar vit nýttu.

Ávísingarmynd - Kvívík

Teir einstøku lutirnir (bølutir, traðir, grundstykki o.s.fr.) vórðu framhaldandi talmerktir, og samstundis varð førd lutaskrá, har eigararnir vórðu uppskrivaðir.

 

Gerðabók varð førd um tað, sum fór fram undir matrikuleringini.

Tá marknaávísingin var komin so langt, sum til bar at koma á staðnum, varð farið undir at tekna kortini. Seinni varð hetta gjørt beinleiðis eftir loftmyndum, tað vit kalla fotogrammetriska kortúttekning.

Tá matrikuleringin var komin so langt áleiðis, at eigaraviðurskiftini í høvuðsheitum vóru klár, varð lýst til ognarkanning. Henda fór fram í sjálvari bygdini, og vórðu tá ávísingarkort og eigaralistar løgd fram, so eigararnir kundu kanna eftir, at skrásetingin var røtt.

Ávísingarkort - Kvívík

 

Tað vil so vera, at ósemjur vóru um eigaraviðurskiftini, ella at aðrar ógreiður komu fyri. Hesi trætumál skuldi støða takast til, og tað, ið ikki var greitt, mátti útgreinast, so skil fekst á tí.

 

Nú vórðu matrikulkortini reinteknaði og matrikulin skrivaður. Bert sjálv tann matrikulera støðan var við á lidna matrikulkortinum. Hetta vóru: eigindómarnir vístir við markum um einkultu lutirnar, áir, vegir, fjøra o.s.v. og so ymisku bygningarnir.

Matrikulkort - Kvívík

Endaligi matrikulin og tilhoyrandi matrikulkort vórðu staðfest við dómi í Føroya rætti. Tað var Landsstýrið, ið við almennari stevning legði sak móti einum og hvørjum, ið hevði mótmæli móti tí gjørda matrikli og at í honum lýstir eigarar vórðu skrivaðir í tingbókina sum eigarar av óheftum eigindómum.

 

Kostnaðin fyri matrikuleringina býttu Landsstýrið og kommunan sínámillum. Sakarmálskostnaðin bar Landsstýrið.

Í 1992 -1999 vórðu matrikulkortini  digitaliseraði, og nú eru øll matrikulkort teldutøk. Teldutøku kortini eru gjørd eftir gomlu matrikulkortunum, og neyvleikin er áleið tann sami. Broytingar, sum verða gjørdar í teldutøka matrikulkortinum, verða gjørdar eftir uppmátingum, og tí fer ein støðug betran av kortinum fram.

Dig. matrikulkort - Kvívík

 

Matrikulering